Manipulerandi journalistikkur hjá NRK grundarlag fyri sanktiónum?
Ole Fostad, trygdarserfrøðingur, hevur skrivað grein í TrønderRød, har hann sigur, at grundarlagið undir sanktiónunum mótvegis russiskum reiðaríum bæði er tunt og manipulerandi. Hetta hevur relevans fyri Føroyar, tí føroyskur uttanríkispolitikkur tykist vera reduseraður til ”Hetta verður gjørt fyri at gera tað sama, sum onnur lond gera”.
Fostad (sí leinki niðast í greinini) nevnir Føroyar, men heldur ikki føroyskir myndugleikar ómakaðu sær at gera neyðuga arbeiðið, hóast føroysku myndugleikarnir høvdu nógv fleiri mánaðir til at gera tað í enn teir í Noregi og ES. Tí byggja føroysku sanktiónirnar eisini á sama tunna grundarlag sum tær hjá Noregi og ES. Sanktiónirnar hjá Noregi byggja á spekulatiónir í miðlunum, sigur hann, og serliga dokumentarin ”Skyggekrigen”.
Ole Fostad hevur sett spurnartekin við, um NRK er álítandi, og hann sigur, at EU-kommissiónin er líkaglað við, um ákærurnar eru rættar ella ikki, og at kommissiónin enntá er opin um tað. Tað metir Fostad vera at fáa sjálvt grundarlagið fyri demokratinum at ridla, við tað at lógin verður nýtt til tilvildarliga valdsútinnan (”vilkårlig maktutøvelse”, sum hann skrivar tað á norskum).
Fostad: Sanktiónirnar av Norebo eru grundaðar á manipulatión frá NRK
Tá Føroya Løgting viðgjørdi sanktiónirnar móti Norebo sendi reiðaríið eitt bræv til Uttanlandsnevndina. Norebo hevði biðið ES-komissiónina um innlit í tilfarið, sum ákærurnar um spionasju og sabotasju bygdu á.
”Svarið”, sum Norebo fekk frá ES-kommissiónini var ein ”próvpakki” við 18 tíðindagreinum – og tað var alt. Fleiri av hesum tíðindagreinunum vóru enntá maskin-umsettar, nakað sum vitnar tað um, at tær eru gjørdar í skundi. ES viðurkennir eisini sjálvt, at tey ikki hava nøktandi grundarlag, men ”at i fravær av etterforskningsmyndighet i tredjeland måtte myndighetene i EU stole på offentlig tilgjengelig informasjon, rapporter, presseartikler og lignende.”
Við øðrum orðum: Í teimum førum, tá fregnartænastuupplýsingar eru neyðugar fyri at kunna taka avgerðir á upplýstum grundarlagi, men ikki tøkar, er tað sambært ES-kommissiónini nóg mikið at byggja altjóðapolitikkin á blaðgreinar og annað tilfar, sum er atkomiligt hjá almenninginum.
Vandamikil gongd
Fostad endar við at skriva, at tað er bæði flovisligt og vandamikið, at ”Skyggekrigen” hjá NRK nú skal vera grundarlag undir uttanríkispolitikkinum hjá Noregi. Hann nevnir tað ”en veldig farlig utvikling”.
Og í Føroyum segði Sirið Stenberg púra opið við KvF um sanktiónirnar, at: ”Hetta verður gjørt fyri at gera tað sama, sum onnur lond gera”.
Kelda og munandi víðari og djúpri lesnaður (á norskum): https://tronderrod.no/fredsarbeid/manipulerende-journalistikk-fra-nrk-som-grunnlag-for-eu-sanksjoner/