Lýsing
Lýsing
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur
Føroya Bjór hevur gjørt serligar heiðursfløskur, nú Hjarnar hevur 50 ár á baki. Møguligt verður at keypa hesar í sølubúðini hjá Føroya Bjór, og í samband við Hjarnar heiðurskonsertina í Varpinum og til "live tónleikin" frá Kim Hansen og Jens Marna Hansen fríggjakvøldið.
Etikettin er gjørd við íblástri frá plátuni, har løgini "Into the Night" og "Breaking my Heart" vóru spæld á. Tað var Archibald Black, ið teknaði mannin, ið prýddi plátuhúsan, og sum er vorðin eitt ikon.
Ølin kann keypast í Varpinum í samband við konsertina og eisini til Live Tónleikakvøldið við Jens Marna Hansen og Kim Hansen.
Tað eru bert gjørt ein avmarkað nøgd av hesari útgávuni í longu nú kann keypast í sølubúðini hjá Føroya Bjór.
Seinastu tíðindini