Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur? Todi ella Elias?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.01.2026 - 10:00 Ítrottur Poddar Tíðindi

Hendan spurning viðgera vit báðir Johnny í Grótinum í poddinum hesaferð

 

 

Í jólaferiuni hevur Johnny lisið nýggju sjálvsævisøguna um fótbóltsúrmælingin Toda Jónsson, sum Sólvit Nolsøe hevur skrivað. Í bókini avdúkar Todi nógvar smálutir frá yrkisleiðini í fótbólti, har hann toppaði fótbóltsyrkisleiðina í danska stórfelagnum FCK. Eitt nú fortelur hann, at mánaðarløn hansara í seinastu sáttmálunum var 100.000 krónur.

Tað fangaði áhugan hjá búskaparfrøðinginum, sum í eini handavending roknaði út, at tað svarar til 200.000 krónur í dag, tí ein arbeiðaraløn er tvífalda hesi 22-23 árini.

Herfyri gramdi danski hondbóltsleikarin Simon Pytlick seg í Euroman um, at “tað er absurd, at teir bestu hondbóltsleikararnir í heiminum ikki fáa meira í løn enn ein fótbóltspælari í Superligaini”. Men er tað absurd? Hví forvinnur ein hondbóltsleikari í heimsflokki nógv minni enn ein toppfótbóltsleikari í donsku deildini?

Tað hevur búskaparfrøðin eitt boð uppá. Tí sum kunnugt: búskapur er í øllum!

Í vikuni fer føroyska manslandsliðið í hondbólti til Oslo at kappast í EM. Størsta stjørnan er Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum dagliga leikar í einum av størstu og bestu hondbóltsfeløgunum í Týsklandi. Hvat forvinnur Elias har? Og hvat hevði Todi forvunnið, um hann í dag taldist millum bestu leikararnar í FCK?

Hvør er meira verdur? Todi ella Elias? Eisini tað hevur búskaparfrøðin eitt boð uppá. Og vit kunnu avdúka, at svarið hevur okkurt við útboð og eftirspurning at gera.

Hoyr poddin niðanfyri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum