Lýsing
Lýsing
Lýsing

Krás tillagar vøruúrvalið til einstaklingshúski

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.01.2026 - 12:03 Tíðindi Vinna

Tá tað kemur til feskan døgurðamat, hevur verið vanligt at framleiða vørur, ið eru ætlaðar tveimum persónum ella einari familju við fleiri børnum. Men nú fer Krás at tillaga vøruúrvalið til vaksandi tal av einstaklingshúskum í Føroyum.

 

 

Fólkasamansetingin í Føroyum er broytt munandi seinastu árini. Eitt nú er talið av húskjum við einstaklingum voksið rættiliga nógv, soleiðis at tað nú eru 5.435 húski, har bara eitt vaksið fólk býr. Tað er samstundis tað mest vanliga slagið av húskjum í landinum í dag.

Henda broytingin ger, at Krás, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt, ynskir at tillaga vøruúrvalið, so tað nøktar núverandi tørvin hjá føroyska brúkaranum.

Krás hevur tí avgjørt at fara undir at framleiða portiónir til einstaklingar, eins væl og til tvey ella fleiri fólk, sum tað higartil hevur verið vanligt. At byrja við, er talan um ribeye búffar og búffar av mjóryggi, sum nú eisini fáast sum einstakir búffar.

“Men tað er ikki einans einstaklingar, sum kunnu hava tørv á t.d. einum búffi í hvørjum ílati. Viðhvørt fær man eitt ólíka tal av vitjandi ella tað kann vera eitt par, sum ikki er samt um hvat slag av búffi keypast skal til somu máltíð. Tá er tað praktiskt at kunnu keypa ein búff av hvørjum slagi og ikki altíð tveir eins í senn”, sigur Ásbjørn A. Midjord, leiðari á Krás.

Krás royndarkoyrur nýggjar vøruúrvalið í eina tíð, og er eftirspurningurin stórur nokk, fer fyritøkan at arbeiða víðari við at framleiða aðrar vørur til einstaklingar.

Krás vørur eru at fáa í øllum Samkeyp og Á-handlum.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dávur vitjar Norðlýsið
Krás tillagar vøruúrvalið til einstaklin…
Reisigildi á Tekniska skúla í Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Varpinum
Nei til veðurlags­lóg
G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spen…
Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?
Lítli flokkurin við stóra valdinum
Raðfesti friðarhugsjón­ina!
Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga