Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bjarki, Emma, Anna Lovisa, Filip, Jóhanna og Sophilia gera klárt at fara á pallin í Hoydølum

Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2026 - 01:28 Mentan Tíðindi

Í Hoydalsljósinum kemur klassiska skúlarúmið, gólvið, loftið, myndaprýðið og monumentalu ph-lampurnar, veruliga til sín rætt, hvussu tú so snarar myndatólunum og fokuserar á sangnæmingarnar, tá tey sita við skúlaborðini, og dagsins skald kemur inn. Lagaligt, opið og í góðari eygnahædd. 

 

Tú verður kýndur og ikki álopin við skjóttkliptum punk í hesi familjuvinarligu sending. Og tá alt kemur til alt, er hetta ikki ein kapping við vinnarum og taparum, har nummar tvey er fyrsti taparin, ið ikki vann, so sum avriksítróttin í nýbygdum risatemplum í óbygdum lærir okkum og strembar eftir á øllum miðlaðum kappingarøkjum. Her er tað tvørturímóti.

Í hesi fyrstu sending savnaðust vit við ein leskingarstað, ein gróðrarblett í einum niðurlagdum skúla - sterkari og meira útpurrandi kann kulissan neyvan blíva - kring eitt savn av seks tulkingum úr drúgvu sangskránni hjá plátumeistaranum, Martin.

Takk fyri høvið at kaga innum í auluni í steindeyða studentaskúlanum, sum livnaði upp aftur henda dag, og har síggja eina vælskipaða framleiðslu og hoyra avriksnæmingar í okkara egnu skúlum og samkomum.

Nú er miðlaavrikið her, sjónvarpssendingin Hoydalar, hin fyrsta av fimm. Framtíðin er ikki bara í góðum filmiskum hondum. Hon er eisini í góðum røddum.

 

Kringvarpið 5. februar 2026: "Hoydalar" (1:5)

 

Les alt ummælið her:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…