Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.02.2026 - 11:55 Tíðindi Veðrið

Tráa lotið eystaneftir og av landsynningi, sum hevur verið síðan miðskeiðis í farna mánað, fer at vera nakrar dagar afturat. Sum veðurkortini vísa í morgun, so er tað í bæði í vikuskiftinum og inn í næstu viku.

Luftin kemur enn allan vegin úr Norðurrusslandi og Sibiria, har eitt máttmikið hátrýst er. Tað sendir ta køldu luftina hendavegin.

Hann fer at liggja av landsynningi alt vikuskiftið. Skýloftið fer at vera grátt alt vikuskiftið saman við ælaveðri ella samregni. Bert hendinga løtu turt.

Fara vit til veðrið í vikuskiftinum, so er í dag er hann í dag eystan, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Sum sum frá líður yvirhøvur turt. Í nátt eitt sindur minni vindur, 3 til 8 m/s, sum lækkar úr eystri niður í landsynning. Enn skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin í dag upp í 6 stig; í nátt niður í frostmarið, í støðum 2 stig niðursum.

Fyrrapartin í morgin veksur hann vindin upp í 5 til 10 m/s av landsynningi, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin samregn, kanska vátaslettingur. Hitin 1 til 6 stig.

Sunnudagin aftur 5 til 10 m/s av landsynningi, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…