Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa, Saltangará

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2026 - 11:59 Tíðindi

Møtirøð verður í Berøa, Saltangará, í vikuskiftinum. Høvuðsyvirskriftin er “Orð Guds”, og verða ymisk vers í tí sambandi tikin framm. Tað verða Jann Johannesen, Arne Simonsen og Jens Bech sum koma at tala um evnið. Versini sum verða serliga tikin framm standa í Seinna Timoteusbræv 3,16-17, Hebrearabrævið 4,12 og Sálmur 119,160. Hesi vers lýsa ymsar síður ella eginleikar hjá Orðið Guds. 

 

 
Eisini verður góð undirtøka við sanginum. Tað verða trý kór sum koma at luttaka, Ebenezerkórið, Betesdakórið og Berøakórið. Ebenezerkórið og Betesdakórið hava mong ár á bakið. Berøakórið er eitt nýggjari kór, sum tó hevur nøkur ár á bakið. 
 
Skráin:
 
Fríggjakvøldið 6. februar klokkan 19
Evnið: Seinna Timoteusbræv 3,16-17
Talari: Jann Johannesen
Kór: Ebenezerkórið
 
Leygarkvøldið 7. februar klokkan 19
Evnið: Hebrearabrævið 4,12
Talari: Arne Simonsen
Kór: Betesdakórið
 
Sunnukvøldið 8. februar klokkan 19
Evnið: Sálmur 119,160
Talari: Jens Bech
Kór: Berøakórið
 
 
Øll eru hjartaliga vælkomin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…