Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fr.h. borgarstjórarnir í Suðuroynni: Kristin Michelsen, Bjarni Johansen, Eyðbjørn Thomsen, Jóanis Lisberg,  Ása Holm, Janus Thomsen og Bergljót Bertholdsen Ludvig, kommunustýrislimur í Hovs kommunu, vegna Delmar Tausen.

Borgarstjórarnir í Suðuroynni kalla inn til borgarafund um Suðuroyartunnilin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2026 - 22:03 Tíðindi

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava, á felags fundi á Tvøroyri í dag, avtalað, at skipa fyri borgarafundi í SALT um Suðuroyartunnilin.

 

Fundurin verður mánadagin 16. februar 2026 kl. 20:00.

Endamálið er at varpa ljós á støðuna í Suðuroynni, har fólkatalið minkar og afturgongd er sjónlig á fleiri økjum, og at greiða betur frá týdninginum av, at Suðuroyartunnilin nú má gerast veruleiki.

Borgarstjórarnir meta, at avbjóðandi støðan í oynni og týdningurin av, at Suðuroyartunnilin nú má gerast veruleiki, higartil hevur verið ov lítið lýstur, og at bæði P/F Suðuroyartunnilin og suðuroyingar í ov avmarkaðan mun eru slopnir framat at lýsa støðuna og siga sína hugsan.

Á fundinum fáa borgarar høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Lagt verður dent á avleiðingarnar fyri Suðuroynna, m.a. at nógv ung noyðast av oynni at nema sær útbúgving, og at tað ofta er trupult at venda heim aftur eftir lokna útbúgving til hóskandi starv, tí starvsmøguleikar og tænastur í stóran mun eru savnaði í miðstaðarøkinum. Somuleiðis er tað ikki realistiskt at búseta seg í Suðuroynni og pendla, til dømis til miðstaðarøkið. Hetta er ein gongd, sum serliga rakar unga ættarliðið, og eigur at verða greiðari lýst í almenna orðaskiftinum.

Nærri kunning um skrá og luttakarar, verður kunngjørd komandi dagarnar.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…