Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagsskapi

SKRIVAÐ: Bárður á Steig Nielsen  |  07.02.2026 - 15:02 Politikkur Tíðindaskriv

Veruleikin er ofta illa lýddur

 

Tað hevur vakt øsing á loysingarveinginum, at vit í Sambandsflokkinum hava víst á tann veruleika og tær avleiðingar, sum kunnu spretta úr loysingarætlanunum hjá hinum flokkunum á løgtingi.

Hvat hendan sokallaða “tjóðarsemjan” ítøkiliga snýr seg um, tykist at vera meira ógreitt enn nakrantíð áður. 

Framsókn siga seg ikki vilja yvirtaka øll málsøki.
Tjóðveldi siga seg vilja loysing.
Fólkaflokkurin vil loysa.
Javnaðarflokkurin vil taka seg úr ríkisfelagsskapinum, men koma inn í ein nýggjan felagsskap, sum sjálvstøðugt land.

Sannroyndin er tann, at vit avgjørt onki garanti hava fyri, at vit varðveita teir fyrimunir, vit hava í ríkisfelagsskapinum, um vit loysa. Tað er “wishful thinking” at halda, at alt kann halda fram, sum tað hevur verið. Onki land vil geva einum øðrum landi allar teir fyrimunur vit hava í verandi ríkisrættarligu støðu.

 

Tølini á borðið

Føroyingar heima og úti, hava krav uppá at fáa upplýst, hvat fíggjarligu avleiðingarnar eru, um loysingin gerst veruleiki. Tað má verða opinleiki um fakta.

Sambandsflokkurin er komin við einum vælgrundaðum roknistykki, sum sigur 2,5 milliardir, tað svarar til ein triðing av okkara fíggjarlóg. Hetta eru pengar sum ikki verða tiknir inn í skattum og avgjøldum í dag, so hesir flokkar mugu fortelja Føroya fólkið hvørjir skattir skulu tvífaldast.

Aftursvarið sum er komið frá loysingarflokkunum er, at hetta eru íspunnin tøl, sum ikki hava hald í veruleikanum, men onki um hvat so veruligu tølini eru.

Av hesum 2,5 milliardunum, er Nato-limagjald á 1,4 mia. íroknað, sum er kravið til limalondini. Her siga loysingarflokkarnir at vit skulu sleppa undan eins og Ísland, sum bæði hevur hernaðarflogvøll og var við at stovna Nato, tað hava vit ikki!

 

Nýtt Samband

Lat okkum heldur hyggja at loysnum, sum tæna samfelagnum og fólkinum best. Tað gera vit við at víðka um okkara virkisfrælsið í ríkisfelagsskapinum, soleiðis sum Sambandsflokkurin legði upp til í friðartíð við uppskotinum um “Nýtt Samband”.

Vit eiga at viðgerða eina trygga framtíð saman í felagsskapinum, heldur enn at eksperimentera við eini tjóðarsemju um at taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

Lat okkum halda okkum til fakta, og arbeiða opið við teimum møguleikum vit hava sum ein lítil tjóð í einum broytiligum heimi.

 

Bárður á Steig Nielsen

Formaður Sambandsfloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!
Kommunur kunnu ikki ognartaka almenna jø…
Tussj: - ÍF hava hjálpt og stuðla mær nó…
Eykakonsert: Heiðurs­konsert fyri ”Teimum…
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…