Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá ið hann kemur høgt, er luftin vanliga óstøðug. Tá er vánliga í støðum klárt, meðan tjúkk bøklaskýggj við kavaavfalli eru aðrasteðs. Hendan myndin er tikin fríggjamorgunin av vestursíðuni á Suðuroynni og norðureftir. Eitt tjúkt cumulunimbusskýggj (cb) við grovum kavaælingi er beint eystanfyri og eitt annað oman fyri Sandoynna. Meðan tað kavar ella er heglingur í grovum ælum undir cb-skýggjum, eisini torusláttur, um skýggið er nóg høgt, og sýnið sera vánaligt, er alla aðrastaðni í landinum púra klárt og sólskin ella smáskýggjað og sólglottar. | Mynd: Finn Johannessen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.02.2026 - 11:24 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stendur fyri framman, fer veðrið at vera eitt sindur skiftandi. Fyrstu dagarnar fer hann at koma høgt, og nakað av kavaavfallið fer at vera. Hitin fer onkra løtu niður 3 kuldastig, í hæddunum kanska 1-2 stig kaldari.

Í miðvikuni fer broyting at vera í veðrinum. Ein hátrýstryggur fer at stinga seg norður ímóti okkum, og hann fer at steðga tí kalda luftrákinum. Hann fer fyrst at mala av ymsum ættum, áður enn hann loftar sær á eysturætt og fram ímóti vikuskiftinum gongur hann niður í eystan.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánadagin fer hann at koma høgt (norðan), 5 til 10 m/s, skýggjað og kavaælaveður. Seinnapartin veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s. Um kvøldið minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s, og um náttina fer hann vesturum til útnyrðing. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 3 hitastig.

Týsdagin 3 til 8 m/s av útnyrðingi, samdrigið og kavaæl. Seint seinnapartin og um kvøldið yvirhøvur turt. Um náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og turt. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Mikudagin 8 til 13 m/s av útsynningi, skiftandi skýloft og kavaæl. Seinnapartin 3 til 8 m/s norðan, samdrigið og regn ella kavi. Um kvøldið og náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og turt. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Hósdagin lítið lot av ymsum ættum, sum frá líður eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og turt. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 4 hitastig.

Fríggjadagin 5 til 10 m/s av landsynningi, samdrigið og regn. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið