Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Práta um gerandisdagin sum graseinkja har tær eru mammur, passa húsið og arbeiðið.

Graseinkjukvøld á Torradøgum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  19.02.2026 - 23:55 Mentan Tíðindi Vinna

Fríggjakvøldið á Torradøgum verður fokus sett á leiklutin hjá kvinnuni í Testovuni Marin Malena í Biskupsstøðgarðinum

Fyrr var kona sjómannin hon, sum var heima við ábyrgdini fyri børnunum, eldri avvarðandi, garði, neytum, seyði og tí arbeiði, ið vanliga var mett sum mansarbeiði á garðinum. Hon var gift, men hon livdi í grundini einsamøll.

Hetta lívið var samstundis mangan merkt av óvissu, bíðistøðu, stúran og enntá ótta. Menn kundu vera burtur í fleiri mánaðir ár um ár. Og tað var verri enn so altíð, at menninir komu heimaftur í øllum góðum.

Ein av teimum kendu graseinkjunum er Marin Malena Nolsøe, sum var gift við Nólsoyar Pálli. Hon skipaði garð, heim, børn, arbeiði og gerandisdagin sum heild, meðan Nólsoyar Páll var burtur á sínum mongu ferðum. Og graseinkjan Marin Malena gjørdist einkja, tá ið Nólsoyar Páll gekk burtur við skipi síni á heimferð í 1808.

Hóast nógv er broytt síðani dagarnar hjá Marin Malenu og Nólsoyar Pálli, eru framvegis nógvar konur, sum standa við høvuðsábyrgdini fyri øllum heima, tí maðurin siglir úti ella arbeiðir uttanlands og er burtur ein stóran part av árinum. Hvussu er hetta lívið? Hvat er broytt síðstu 20 árini? Er tað bæði ein avbjóðing og eitt vælsignilsi? Hvussu er, tá ið maðurin kemur heim eftir langa tíð burtur? Hvussu er gerandisdagurin hjá sjómansfamiljum?

Kom í Testovuna Marin Malenu í Biskupsstøðgarði fríggjakvøldið 20. februar kl. 19.00 og fá framløgu um eitt nú Marin Malenu og hoyr søgur úr gerandisdegnum hjá sjómanskonum ella graseinkjum, sum tær eisini verða nevndar.  

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, hevur framløgu. Anna Svanhilda Johannesen, Heidi Biskopstø og Bjørt Kristiansen práta um gerandisdagin sum graseinkja har tær eru mammur, passa húsið og arbeiðið.

Ókeypis atgongd, kaffi og køkur kunnu keypast. Solby Christiansdóttir skipar kvøldið.  

Vit síggjast í Biskupsstøðgarðinum - Testovan, Marin Malena

 Fríggjakvøldið 20. februar kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Graseinkjukvøld á Torradøgum
Torraskáin fríggja­dagin
Tað var ein frægd at hoyra Ásmund greiða…
Brekumboðið: Brekrættinda­sáttmálin ikki…
Guðrið Højgaard: - KG verður flottasta h…
Bankatoskur á Torradøgum!
Treysti hevur aðalfund
Góð Torravika á bókasavninum
Barbara nýggj forkvinna í Suður­streymoya…
Norðoya Bátafelag á Torradøgunum
Ásmund um barnaár­ini í Svínoy
Sindur um sild
Ásmund um barnaár­ini í Svínoy
- Tað er er aloftast tað serstaka, tað l…
Myndarøð: Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Ferðavinnu­ráð­stevnan í Varpinum sett
Torraskráin hósdag
Hvat verður av Sambands­flokki­num norðanf…
Reyðakrossbúðin fyllur 1 ár
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Lýsing