Ein væleydnað fyrsta ferðavinnuráðstevna
Ferðavinnuráðstevnan í Varpinum er fyrsta royndin hjá VisitNorth at stápla eina tílíka ráðstevnu upp á beinini, og Norðlýsið spurdi Theresu Turiðardóttir Kreutzmann, stjóra í VisitNorth, hvussu tað hevði hildnast. Eins og mong onnur metir hon eisini KG vera tað mest spennandi, sum rørir seg í ferðavinnuumhvørvinum í Norðoyggjum í hesum tíðum
– ”Vit hava fingið nógvar positivar afturmeldingar, so inntrykkið higartil er heilt gott. Eg haldi, at fólk eru fegin um at kunna koma norður higar at síggja, hvat vit hava at bjóða uppá. Vit eru von at hava messur fyri útlendingum, men hetta er fyrstu ferð, at vit hava eitt sovorðið »event« fyri okkara egnu. Tað sigur seg sjálvt, at onkustaðni má inspiratiónin koma frá, og hava tørv á tílíkum tiltøkum fyri at kunna fylgja við, tí tað stingur seg jú okkurt nýtt upp alla tíðina”, sigur Theresa. Hon heldur fram:
– ”Vit mugu investera tíð í tiltøk sum hetta, og vit vita, at tey, sum vóru her í dag, langt frá eru øll, sum bjóða seg fram innan ferðavinnu her norðuri. Norðoyingar tíma væl, men hava kanska ikki altíð torað at kasta seg út í ferðavinnu, tí tað krevur nógva tíð og orku at arbeiða við ferðavinnuni, men vit síggja, at í dag er heilt nógv virksemi innan ferðavinnuna í Norðoyggjum, og tað fer uttan iva bara at økjast, nú nýggja hotellið [KG, blðm.] kemur, og vit fáa ein nógv størri gistingarkapacitet”, sigur Theresa T. Kreutzmann.
Um fyrireikingarnar til ferðavinnuráðstevnuna og fyriskipanina av degnum sigur hon: – ”Vit hava brúkt øgiliga nógva tíð til hetta, og vit hava havt 2 fólk afturat uttanífrá at hjálpt til, tí hetta er jú síðuleypandi við alt hitt virksemið hjá VisitNorth. Til dømis hava vit 6 borgarafundir tær komandi tvær vikurnar, so tað hendir nakað alla tíðina, men akkurát hetta tiltakið hava vit lagt øgiliga nógva eyka orku í, líka frá tí lágpraktiska sum at skumpa kava uttanfyri til samskipan og fyrireikingararbeiði, sum tað er øgiliga nógv av”, sigur stjórin í VisitNorth, sum eisini hevur nógv gott at bera egnum starvsfólkum:
– ”Vit eru 5 fólk á sjálvari Kunningarstovuni, og so hava vit havt 2 afturat til júst hesa uppgávuna við ferðavinnuráðstevnuni, og tey eru øll øgiliga góð og elska sítt arbeiði. Ein bólkur afturat við 5 fólkum í hevur somuleiðis verið við. Fyri at tað skal bera til, er umráðandi, at vinnulívið í økinum spælir við, og tað haldi eg veruliga, at tað hevur gjørt, og tað gleðir meg nógv”, sigur hon.
Tá Norðlýsið so spyr, um ferðavinnan í Norðoyggjum er í toppformi, so er erliga svarið »getting there!«, sum Theresa útdýpar við at siga: – ”Eg haldi norðoyingar tíma ordiliga væl, og kanska eitt tiltak sum hetta ger, at teir einstøku og kanska smáu veitararnir til ferðavinnuna møta fólki í ferðavinnuni aðrastaðni frá í landinum, soleiðis at tað ikki bara eru leiðarar, sum umgangast á ferðavinnumessum, tí hetta hevur verið fyri øll”, sigur stjórin á VisitNorth.
Júst sum stjórin í Visit Faroe Islands segði fyrr í dag, so brúkar stjórin á Visit North eisini orðið »gamechanger« um KG, og leggur afturat: – ”Fyri tað fyrsta kemur eitt 4-stjørnað hotell, og við tí fylgir eitt heilt nýtt rák, sum fyri tað næsta kann gera, at tá nú fólk fara at koma til Klaksvíkar í vikuskifti, júst sum tey fara til Havnar í vikuskifti í dag, so stingur nýtt virksemi seg upp í býnum. So hotellið hevur øgiliga nógv at siga fyri ferðavinnuna í Norðoyggjum”, endar Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri í VisitNorth, samrøðuna við Norðlýsið við at siga.