Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið fer at vera eitt sindur skiftandi. Kalda høgættin, vit hava havt í nakrar dagar, fer eisini at vera í dag og ein part av morgindegnum. So verður hon brotin av í eitt lítið samdøgur ella so, tí seinnapartin í morgin og fram ímóti sunnumorgni fer hann at koma av landsynningi.
Hitalagið fer eitt sindur upp, og saman við nógvum regni sunnunáttina, skulu vit rokna vit at stórur partur av kavanum fer vekk.
Høgættin er ikki leingi vekk á hesum sinni. Hon er longu aftur sunnudagin.
Taka vit veðrið hetta til mánanáttina, so er í dag upp í eitt frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Í nátt gongur hann eysturum og fer at liggja millum norðan og landnyrðing. Sama vindferð, 3 til 8 m/s, loftið hálvskýggjað, og í støðum okkurt kava- ella vátakavaælið. Hitin millum frostmarkið og 4 stig, í nátt niður í 3 kuldastig.
Í morgin byrjar hann við at liggja millum norðan og landnyrðing, 3 til 8 m/s, men sum frá líður gongur hann niður í eystan. Hálskýggjað, turt og sólglottar, men fram ímóti middegi skýggjað, og hann veksur upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Út á kvøldið veksur hann upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Um náttina samregn. Hitin um morgunin og fyrrapartin úr frostmarkinum upp í 5 stig. Seinnapartin og um kvøldið 2 til 6 stig.
Sunnumorgunin upp í strúk ella hvassan vind av landnyrðingi, 8 til 15 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Sum frá líður minkar hann vindin niður í frískan vind millum norðan og útnyrðing, 5 til 10 m/s. Tað verður hálvskýggjað og longri ímillum ælini. Hitin 2 til 6 stig.
Gott vikuskifti.