Lýsing
Lýsing
Lýsing
“Hvør skal rinda rokningina?” Jóhann og Johnny tosa um tey dýru vallyftini í nýggjasta partinum av Búskapur í øllum.

Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú krevja svar upp á!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2026 - 09:30 Politikkur Tíðindi

Í nýggjasta partinum av poddvarpinum Búskapur í øllum verður ein av mest grundleggjandi spurningunum til komandi løgtingsval settur á dagsskrá: Er fíggjarligt rásarúm til øll vallyftini?

 

 

Í samrøðu við Norðlýsið greiðir formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, frá, at nógv av fíggjarliga rásarúminum í føroyska búskapinum longu er bundið.

Orsøkin beint nú er serliga tann stóra íløgan í Suðuroyartunnilin, sum kostar umleið 5 milliardir krónur – svarandi til umleið 16–17 prosent av BTÚ.

– Tá ein so stór verkætlan verður fíggjað við láni, merkir tað sjálvandi í praksis, at almenna skuldin fer at vaksa heilt nógv í einum, sigur Johnny í poddinum.

Metingar vísa, at almenna skuldin kann vaksa frá umleið 30 prosentum av BTÚ í dag til einar 50–60 prosent næstu tíggju árini, um ongar nýskipanir verða gjørdar.

Og tá eru sambært búskaparfrøðinginum onki rásarúm til dýr vallyftir uttan veruliga fígging. Tað vil siga, at antin má sparast á onkrum øðrum øki ella má meira takast inn í skattum og avgjøldum.

 

Ein lítil búskapur tolir minni skuld

Í poddinum verður eisini umrøtt, at Føroyar sum ein lítil og opin búskapur kann átaka sær minni almenna skuld enn nógv størri lond.

– Tá konjunkturarnir venda, ella rentan hækkar, kann ein stór skuld skjótt gerast ein sera tung byrða fyri samfelagið, sigur Johnny.

Ein møgulig loysn fyri at fyribyrgja, at vit koma í slíka støðu, kundi verið at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Tá vera mørk sett fyri, hvussu nógv hall og skuld kunnu vaksa. Slík skipan finst í mongum londum og kann virka sum eitt slag av “sparigrísi” fyri samfelagið alt.

 

Privatisering og ríkisveiting

Í samrøðuni verður eisini umrøtt, um almennar ognir kunnu seljast fyri at skapa fíggjarligt rásarúm og minka um almennu skuldina.

Eitt dømi er Føroya Banki. Ein søla hevði kunnað givið landinum eina stóra inntøku á eina milliard krónur, men samstundis hevði landið eisini mist framtíðar vinningsbýti.

Poddurin setir eisini ljós á eitt annað fíggjarligt viðurskifti í føroyskum politikki: sambandið við Danmark. Í dag fáa almennu Føroyar eina árliga ríkisveiting upp á 542 milliónir krónur. Harumframt fíggjar danski staturin dómsvald, løgreglu og onnur øki fyri umleið hálva milliard krónur um árið.


Einfaldur spurningur til valevnini

Í poddinum endar Johnny í Grótinum við einum greiðum boðskapi til veljararnar.

Tá valevnini lova lægri skattir, meira vælferð og stórar íløgur, eigur veljarin altíð at spyrja sama spurning: Hvør skal rinda rokningina?

Tí, sum Johnny tekur samanum í poddinum:

– Í búskapi finst eingin ókeypis máltíð.

 

Nýggjasti partur av poddrøðini Búskapur í øllum kann hoyrast niðanfyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð