Lýsing
Lýsing
Lýsing
Christian í Grótinum | Mynd: Dávur Winther

Samtakið Christian í Grótinum vísir samfelagssinni og ábyrgd

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  19.03.2026 - 05:58 Lesarabrøv Vinna

Bæði beinleiðis og umvegis avleiddar vinnur skapir samtakið Christian í Grótinum sera nógv virksemi og arbeiðspláss, men harafturat hevur samtakið í mong ár víst samfelagssinni og ábyrgd við at traðka til, tá land, kommuna ella vælgerandi grunnar hava havt tørv á íløgum í karmar um týðandi borgaratænastur ella til virksemið, sum gagnar lokalsamfelagnum.

 

Sum forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir í Klaksvíkar kommunu haldi eg tað vera neyðugt at seta nøkur viðurskifti í rættan samanhang í sambandi við greinina í Frihedsbrevet, dagfest 17. mars 2026, undir heitinum “Landskassin rindar milliónir í leigu til reiðara”.


Í fleiri førum hevur Christian í Grótinum samtakið víst samfelagssinni og ábyrgd yvir fyri sínum lokalsamfelag, tá tørvur hevur verið á skjótum og fíggjarliga krevjandi loysnum, eitt nú tá bráðfeingistørvur hevur verið á at útbyggja barnagarðsøkið, tá tørvur hevur verið á umstøðum til bæði landsstovnar og kommunalar deildir, og tá ið týðandi borgaratænastur hava havt tørv á góðum høliskarmum.


Kommunan hevur eitt nú fingið gagn av, at Christian í Grótinum samtakið hevur keypt bygningar hjá kommununi, har borgarar búgva ella fáa tænastur frá tí almenna. Í hesum førum hevur samtakið víst stóran vælvilja og ábyrgd og hevur keypt og útleigað bygningar uttan at broyta virksemið, soleiðis at borgarar ikki verða órógvaðir ella noyðast at flyta.


Her er vert at leggja til merkis, at samtakið her vísir ein sera góðan vilja til at veita ”tolnan kapital” við lágum avkastkravi, ið ger tað møguligt hjá tí almenna og tí kommunala at leiga fyri ein sera sámuligan leiguprís.


Hesin vælvilji tryggjar bæði tænastur og stabilitet fyri tey, ið hava størstan tørv á tí – og tað eru vit í Klaksvík sera takksom fyri.


Vit mugu eisini ásanna, at hvørki kommunur ella land altíð hava møguleika at gera tær stóru íløgurnar, sum krevjast. Tí er samstarv við sterkar, lokalar fyritøkur avgerandi fyri menning og trivnað í okkara samfelag.


Christian í Grótinum samtakið hevur í nógv ár verið ein týðandi drívmegi í Klaksvík og hevur lagt nógv eftir seg – bæði vinnuliga og samfelagsliga. Hetta eigur at verða viðurkent.


Ein meira nuanserað frásøgn hevði givið eina rættvísari mynd av veruleikanum.


Klaksvík, 18. mars 2026
Sylvia Thomsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum