KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgmanssteypið
Í kvøld skuldi KÍ møta Skála á útivølli. Tað tók 29 minuttir áðrenn KÍ fekk hol á málskjótingina, men so vísti kvinnurnar úr Klaksvík eisini klassamun.
Statistikkurin er púra greiður. Skála fekk ongan kjans, onga roynd framvið mál, onga roynd á mál og ongan stóran møguleika í dystinum sambært Dystir.fo. KÍ domineraði frá fyrsta bríksli, og hóast fyrsta málið kom tá ið næstan 30 minuttir vóru spældir, so hevði KÍ longu havt fleiri møguleikar, ið kundi givið mál.
Fyrsta málið skoraði Durita Hummeland eftir einum sera góðum innleggi frá Sólju Ernstdóttir, meðan næsta málið var eitt vakurt langskot frá Sannu Svarvadal stutt uttanfyri sekstanmeturin.
Stutt fyri hálvleik var Sólja aftur í miðdeplinum, hesaferð ikki við einum assist, men við einum máli. Sólja fekk ein fríleypara, har hon trygt setti bóltin í neti dygst úti við stongini uttan nakran møguleika hjá málmanninum hjá Skála at gera nakað.
KÍ kvinnurnar hildu á við ágangandi spæli í seinna hálvleiki. Venjarin hevði givið Rannvá Ryan møguleikan frá byrjan hesfarð. Hon hevði eisini næst seinasta fótin á bóltinum, tá ið hon spældi ein langan bólt til Tórunn Joensen, sum rann frá allari verjuni og smekkaði bóltin í málið, tá ið 60 minuttir vóru spældir.
Seinasta málið skoraði Malena Olsen, sum hegnisliga legði bóltin heilt út við stongina, tá ið hon kom einsamøll móti málmanninum.
KÍ kvinnur eru víðari í kappingini um Løgmanssteypið!
Málini í dystinum komu soleiðis:
29’ Durita Hummeland
37’ Sanna Svarvadal
42’ Sólja Ernstdóttir
60’ Tórunn Joensen
73’ Malena Olsen