Lýsing
Lýsing

Einmannavaldømi og javnrættur fyri kallmenn og kvennmenn

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  24.11.2018 - 01:34 Eldri tíðindi Politikkur

Úr greinasavninum: Fyri góðum tjúgu árum síðani var eg saman við føroyingunum, sum tóku lut í oyggjaleikunum á oynni Mon í Irska havinum. Ítróttarligu avrikini vóru helst góð, men mín tíð fór mest til at vera vanligur turistur.

Úr greinasavninum hjá Norðlýsinum tann 03.09.2007 - 15:39

-----

Tó las eg handbókina um oynna.

Tá legði eg merki til, at har var ein politiskur felagsskapur, sum hevði sama endamál sum Tjóðveldisflokkurin í Føroyum: Frælsi og demokrati.

Eg setti meg í samband við skrivara floksins, ein kona sum búði í Peel á vesturstrondini, haðani hon var ættað. Maðurin var úr Onglandi, og starvaðist hann sum lækni. Tey høvdu trý børn. Vit prátaðu væl saman, og er framvegis samband millum húski okkara.

Valdømið Peel
Konan greiddi frá, at Peel var eitt valdømi, sum hevði eitt umboð á tingi. Tann sum fekk flestar atkvøður var valdur.

Valið fyri hevði hon stillað upp. Har fer valstríðið fram á tann hátt, at valevnini støkka inn á gólvið hjá øllum veljarunum og heita á teir um at stuðla seg. Tað hevði hon eisini gjørt, og tá hon tosaði við fólk, fekk hon at vita, at tey soleiðis sæð kundu hugsað sær at greitt atkvøðu fyri henni, men tey tordu ikki at gera tað, tí hon var við í einum politiskum flokki. Veljararnir óttaðust, at limir í hesum flokki, sum búðu aðrastaðni, fóru at áleggja henni, hvussu hon skuldi atkvøða í tinginum. Hetta dámdi teimum einki, tí teir vildu hava eitt umboð, sum lurtaði eftir teimum sjálvum, tá ið støða skuldi takast til ávís mál. Teir hildu tað vera beinleiðis ódemokratiskt, at teir skuldu missa tað sindrið av ávirkan, teir høvdu við at kunna tosa beinleiðis við umboð sítt, og tí varð hon ikki vald.

Hon tók avleiðingarnar av hesum og segði seg úr loysingarflokkinum. Valið eftir varð hon vald, og hevur hon í tvey valskeið verið kenslumálaráðharri í oynni.

Hetta var sera áhugavert fyri meg. Eg kendi bert til okkara egnu valskipan, har vit hava lutfalsval, og har dentur fyrst og fremt verður lagdur á, hvat ið gagnar politisku flokkunum. Nú sá eg knappliga, at ein onnur skipan kundi hugsast at hava demokratiskar fyrimunir, og geva veljarunum meir vald enn okkara skipan ger.

Er bert okkara valskipan demokratisk?
Vit hava lyndi til at halda, at okkara skipan er tann einasta demokratiska. Men tað er vert at minnast til, at Stórabretland, sum er tað fyrsta landið, ið fekk eina demokratiska stýrisskipan, hevur somu skipan sum á Mon: meirilutaval í einmannavaldømum. Sama er í teimum flestu londum, sum hava nýtt Bretland sum fyrimynd, t.d. USA. Heimsins størsta demokrati er tó ikki USA, men India, og har er sama valskipan. Í Japan er hon eisini. Demokratisk lond við millum einari og tveimum milliardum íbúgvum hava hesa valskipan, og støðugt fleiri fólk liva í demokratiskum skipanum av hesum slagi.

Nøkur lond hava eina skipan, ið líkist okkara. Ikki øll av teimum kunnu sigast at vera demokratiskar fyrimyndir.

Vit hava havt meirlutaval í einmannavaldømi
Fyrsta valið í Føroyum var á enskan hátt. Tá vóru Føroyar eitt valdømi og skuldu vit velja eitt umboð á danska fólkatingið. Tann ið fekk flestar atkvøður var valdur. Henda skipan helt fram til 1948. Síðani hava vit valt tvey umboð eftir lutfalsvali. Hetta munnu flestu halda vera eina ringa skipan, tí hon ber við sær, at vit senda tvey umboð av landinum, og tey standa millum útlendingar og gera okkum fyri skommum við at munnhøggast.

Tá vit fingu løgting, var skipanin tann, at vit í hvørjum valdømi skuldu velja tvey til fýra umboð. Hetta var ikki nógv øðrvísi enn í Stórabretlandi, tí har vóru um hetta mundið nógv valdømi við tveimum umboðum. Hvør veljari hevði eins nógvar atkvøður sum umboð, ið veljast skuldu. Tí kundi valdømið senda rættiliga samd umboð avstað.

Í 1906 sleptu vit meirilutavalinum og fingu lutfalsval, har listar stillaðu upp.

Í Stórabretlandi sleptu teir um sama mundið fleirmannavaldømunum, men teir fingu sær ikki lutfalsval. Í staðin vórðu tveymannavaldømini avtikin, og vit fingu bert einmannavaldømi. Tað var jú ein fyrimunur um so var, at vit í valdøminum høvdu tveir býir, har annar var eitt sindur størri enn hin. Við gomlu skipanini kundi tann størri býurin fáa bæði umboðini, men nú fekk hvør býurin sítt.

Okkara valdømi ov stór
Hetta kundu vit sjálvsagt eisini havt gjørt hjá okkum. Einki hevði t.d. verið til hindurs fyri at gjørt fleiri valdømi í Eysturoynni, har bygdirnar rokna seg fyri at vera sjálvstøðugar eindir.

Skjótt kom tó ósamsvar millum talið av umboðum, sum flokkarnir fingu, og atkvøðutal teirra. Til fyrimun fyri flokkarnar vóru atkvøðurnar í Føroyum við løgtingsvallógini 1923 taldar saman fyri alt landið. Fekk ein flokkur ov fá umboð vald í uppstillingarvaldømunum, varð talið hækkað til hann hevði fingið sín lutfalsliga part av tingmanningini.

Tey gomlu valdømini, sum vit hava havt síðan 1854, vóru tí bert uppstillingarvaldømi, og ymist kundi falla út hvaðani umboð flokkanna komu.

Nú er so talan um at taka stigið, ið tikið varð í 1923, fult út og sleppa teimum gomlu uppstillingarvaldømunum.

Tá slík stig skulu takast, er øll orsøk til at hugsa seg væl um.

Lutfalsval innflutt
Lutfalsval er ikki nakað, sum vit hava funnið uppá her. Í túsund ár hava vit livað í bygdum, og bygdarfólkini hava hildið saman móti fremmandum. Skulu tey senda boð frá sær, kunnu tey hava ymsar áskoðanir um hvat ið er rætt at siga, men tað viðgera tey sínamillum, taka ein avgerð, og senda eitt sendiboð avstað, sum talar vegna alla bygdina.

Soleiðis var skipan okkara til 1906. Tá kom úr Danmark tann regla, sum teir har høvdu til kommunuval, at tað skuldi bera til at hava fleiri listar. Hildið var, at okkara løgting ikki var eitt tjóðarting, men eitt kommunustýri. Hetta lótu vit okkum lynda og tískil sleptu vit skipanini við lutfalsvali í staðin fyri at bygdin skuldi hava eitt umboð sum talaði vegna øll, sum í henni búðu.

Men við lutfalsvali kann tað lættliga henda, at partar av landinum vera uttan umboðan. Í Tórshavnar kommunu hava vit eitt syndarligt dømi um hetta, tí ein stór bygd sum Kollafjørður hevur einki umboð í býráðnum. Á síðsta løgtingsvali var tað um reppið, at øll vestara helvt av Eysturoynni sat eftir við ongum umboði. Hetta er fullkomuliga í andsøgn til alt tað, sum vit føroyingar halda vera rætt.

Tóku vit valdømini sundur í smærri einmannavaldømi, so høvdu vit í vallógini tryggjað øllum pørtum av landinum eina rættvísa umboðan. Sjálvandi skuldu markini millum valdømini flytast í tann mun broytingar fóru fram í fólkatalinum, men tær stóru bygdirnar fingu síni umboð. Valið í Vági gjørdist ikki ein dystur við Tvøroyri um at fáa menninar í Suðuroynni, tí tann spurningur var avgjørdur í vallógini. Tað vágbingar skuldu taka støðu til, var hvørt tað umboð, teir sendu avstað, var nóg gott til at klára seg millum øll hini umboðini, og taka tær røttu avgerðirnar fyri land og tjóð - og harvið fyri Vágs bygd.

Við at gera alt landið til eitt valdømi hava vit yvirhøvur onga trygd fyri at allir partar av landinum fáa umboðan. Tað kann henda, at tann minniluti av íbúgvum landsins, sum býr í Havn, fær ein meiriluta á tingi. Fer gongdin at føra við sær, at Havnin fær ein meiriluta av íbúgvunum, kann eitt val enda við, at meirilutin av tingmonnunum býr uttan fyri Havnina. Eingin kann siga nakað frammanundan, og henda ótrygdin er ikki gagnlig fyri politiskt støðufesti.

Rættvís umboðan fyri kvennmenn
Eitt annað, sum ført verður fram til fyrimun fyri, at gera alt landið til eitt valdømi, er, at tað fer at hjálpa upp á kvinnuumboðanina á tingi.

Hesum er heldur eingin trygd fyri.

Tórshavnar kommuna er eitt rættiliga stórt valdømi. Her var ein kvinnulisti umboðaður í nøkur ár, men síðan gingu nógv ár, til nøkur kvinna kom aftur. Nú eru tær fleiri, men eingin trygd er fyri, hvørt tær aftur fara at minka í tali, ella at tær gerast fleiri. Alt kann henda, og tað er ótrygt. Tað er heilt burturvið, at vit ikki hava eins nógvar konur sum menn at umboða okkum.

Tað er valla nøkur gongd leið uttan tann at seta í vallógina, at eins væl og hon skal tryggja, at allir partar av landinum fáa ta umboðan, teir hava rætt til, skal vallógin eisini tryggja, at vit hava javnvág millum kynini á løgtingi.

Her eru ymsir møguleikar í at velja.

Sjálvur haldi eg, at frægast er at vit áseta verður í vallógini, at lutakast verður um hvørji valdømi skulu seta kallmenn inn á ting og hvørji kvennmenn. So sleppa vit frá í valstríðnum at keglast um henda spurning, og veljararnir í valdømunum kunnu í staðin kýta seg fyri at finna tað besta umboðið fyri sítt valdømi og fyri alt landið sum tað er.

Einki er til hindurs fyri, at løgtingið samtykkir eina slíka vallóg, men best hevði verið, um hon eisini varð samtykt av fólkinum á eini fólkaatkvøðu. Valla er nakað at ivast í, at hon hevði fingið stóran meiriluta.

Zakarias Wang

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin