Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tór-Ingar spælir ikki í Effodeildini í 2014

Jákup Ósá

07Vestur liðskiparin hevur fingið fyrispurningar frá liðum úr Effodeildini.

Hóast onkrar fyrispurningar úr feløgum, so fer Tór-Ingar Akselsen ikki at spæla í Effodeildini ella við 07Vestur í 2014. Hann fer av landinum, har hann verður næstu 2 árini.

Við 4 málum og 11 málgevandi var 07Vestur liðskiparin Tór-Ingar Akselsen kanska mest eyðsýndi leikarin hjá 07Vestur í ár. Tískil kundi verið upplagt hjá liðum í Effodeildini at fingið hann í sín hóp, men hetta verður av ongum. Í stuttari viðmerking við nordlysid.fo sigur Tór-Ingar Akselsen, at hann fer at landinum nú og verður ikki í Føroyum í minst 2 ár. Hann sigur, at hann hevur fingið onkran fyrispurning, men at hetta sum sagt ikki er møguligt vegna givnu umstøðurnar.