Í mai og juni skipar FÍF, saman við feløgunum, fyri Grand Prix á breyt. Sum øllum kunnugt, so er onki øki til frælsan ítrótt í Klaksvík. Nærmasta økið er Svangaskarð, og tí hevur Treysti valt eisini, at skipa fyri venjingum har.
Í mai og juni skipar FÍF, saman við feløgunum, fyri Grand Prix á breyt. Sum øllum kunnugt, so er onki øki til frælsan ítrótt í Klaksvík. Nærmasta økið er Svangaskarð, og tí hevur Treysti valt eisini, at skipa fyri venjingum har.
Treysti hevur tikið stig til, at leiga buss frá Askham Bussar, og verður koyrt mánadag klokkan 17.00 frá Badmintonhøllini.
– Treysti vildi ynskt, at økið til frælsan ítrótt var í Klaksvík, men av tí at støðan er sum hon er, og fyri at fyrireika børnini, sum frægast til Grand Prix á breyt, so hevur felagið valt, at taka hetta stigið, tí tað er ikki nøktandi sæð frá felagsins síðu, at foreldur skulu koyra aftur og fram millum Klaksvík og Svangaskarð fyri, at børnini skulu kunna venja á breyt, sigur Guttorm Sørensen, sum er ein av venjarunum.
Grand Prix á breyt byrjar 25. mai og endar 21. juni, og meðan tað er í gongd, so skipar Treysti fyri einari venjing um vikuna úti á Svangaskarði, fyri børn í hava aldur til Grand Prix, og tað eru tey sum eru fødd millum 1994 og 2005.
Umframt Grand Prix, so hevur Treysti eisini íðkarar á landsliðnum. Hesir skulu til Gøteborg síðst í juni, og harafturat skulu Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus eisini til Oyggjaleikirnar á Bermuda í juli. Í August verða FM kappingarnar fyri bæði børn og vaksin, so Treysti hevur stóran tørv á betri venjingarumstøðum. Fyribils verða tær so partvís nøktaðar á Svangaskarði.




