Á aðalfundi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag mánakvøldið varð nýggj nevnd vald og Tummas Lervig er nýggjur formaður
Freistin at lata inn uppskot til nevndarlimir er átta dagar fyri fundin – og tá einki annað uppskot var til formannssessin var hann valdur uttan atkvøðugreiðlu.
– Í takkarrøðu síni segði Tummas m.a. at hann fyri tíð síðan bleiv kontaktaður av leiðslu felagsins um at gerast næstformaður, men tá Torleif Sigurðsson andaðist var nýggj støða og felagið heitti á hann um at gerast formaður.
– Eg havi fullan stuðul heimanífrá at taka hesa ábyrgd á meg, og eg má siga at tað innlit eg havi fingið í bygnaðin í felagnum og tey mongu, sum dag og dagliga arbeiða fyri felagið, ger at eri sera stoltur av at mær er litið hesa á ábyrgd upp í hendi og eg skal gera mítt besta fyri felagið.
Um Tummas:
Tummas er maskinmeistari, og hann hevur siglt nógv í Grønlandi. Seinastu mánaðirnar hevur hann tó arbeitt heima í Føroyum. Hann er sølumaður hjá KJ Hydraulik á Kambsdali.
Tummas Lervig kom í Klaksvíkar býráð í mars mánað.
Fundurin
Á fundinum greiddi høvusvenjari felagsins frá tí stóra leikaratilfeingið sum felagið í løtuni hevur av leikarum, sum eru millum 15 og 20 ár. Og hann undirstrikaði týdningin av at felagið ber rætt at – so at góðu árgangirnir verða mentir til sterkar oddafiskar í felagnum.
Høvuðsvenjarin svaraði eisini spurningum frá limunum um støðuna hjá formuladeildini í løtuni og orðaskiftið var baði lætt og lívligt.
Nevndin sær nú soleiðis út:
Formaður, Tummas Lervig
Næstformaður, John William Joensen
Ábyrgdarfólk fyri Fótbólt, Andreas Josephsen
Ábyrgdarfólk fyri Hondbólt, Kristoffur Ragnarsson
Ábyrgdarfólk fyri Samskifti, Jóhan Lutzen
Ábyrgdarfólk fyri Fíggjarviðurskifti: Guttorm Sørensen




