26 mál eru á skrá til løgtingsfundin, sum er settur at byrjað kl. 09.30 fyrrapartin. Tað frættist at fólk eystan Múla ætla sær í løgtingið at fylgja viðgerðini.
Onnur viðgerð av uppskotinum (Tunlar Norður um Fjall), sum Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Jenis av Rana, Joen Magnus Rasmussen, Bárður Nielsen, Magnus Rasmussen, Jacob Vestergaard, Helgi Abrahamsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimir løgdu fram 7. februar 2018, kemur fyri løgtingi í dag.
Meirilutin í rættarnevndini (Kristin Michelsen, Ingolf S. Olsen, Ruth Vang og Sonja J. Jógvansdóttir) heldur tað ikki vera skilagott at taka einstakar verkætlanir burtur úr frammanundan raðfestu samferðsluætlanini hjá Landsverki og fíggja hesar við gjaldsvegum/tunlum, sum tilvildarliga liggja nærindis.
Minnilutin í rættarnevndini (Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Magnus Rasmussen og Edmund Joensen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Støðan er, at nýggir tunlar eru á íløguætlan landsstýrisins, men mett verður, at støðan er so akut nú, at verkætlanin má í gongd beinanvegin og kann ikki bíða eftir, at pláss kann finnast innan fyri íløgukarmar landsins
Málið um Tunlar norður um Fjall er nr. 25 í røðini á dagsskránni fyri løgtingsfundin í dag.
Sum skilst, verða nógv fólk Eystan Múla á fundinum ídag.
Sí dagsskránna hjá løgtinginum í dag her.




