Av og á verða fiskasløg fingin undir Føroyum, sum ikki fyrr hava verið sædd í føroyskum sjógvi.
Tá ið umstøðurnar eru so hepnar at Havstovan fær hendur á slíkum fiskasløgum, verða tey skrásett at vera fingin her.
Í september 2009 blivu tvey nýggj fiskasløg fingin undir Føroyum og tey eru hattonbrosma og glæmufiskur, sí nærri um hesi bæði sløgini niðari. Við hesum báðum er talið av skrásettum fiskasløgum undir Føroyum nú oman fyri 240.
Sum nevnt hendir seg av og á at nýggj sløg koma undan kavi og ein kann spyrja hví tað er so. Orsøkin er neyvan eintýðug, men hitabroytingin kundi verið ein av orsøkunum, tí sjógvurin við Føroyar er hitnaður umleið 1˚C seinastu árini, og tað ger ivaleyst, at onkur fiskasløg sum livað sunnanfyri okkum, hava lyndi at flyta seg norðuryvir. Men broytingar hava altíð verið í náttúruni og orsøkirnar til at nýggj fiskasløg eru at síggja kunnu vera fleiri, eitt nú at skipini eru fleiri og størri, tey fiska effektivari, tey royna á leiðum har fyrr lítil ella eingin roynd var.
Ein orsøk er so at fiskimenn eru kanska meira tilvitaðir um nýggj fiskasløg nú, og eisini hava betri umstøður, og at teir tí taka meira hond um tey nýggju fiskasløgini og fáa tey til Havstovuna. Hví akkurát hesi bæði sløgini nú vórðu veidd her er ikki gjørligt at vita nakað um við vissu, men gitast kann so út frá m.a. omanfyri nevnda, ja, ella onkrum heilt øðrum




