Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungdómssáttmáli við Sigmund Jacobsen

Søren Olsen

Hettar er ein liður í arbeiðinum at menna ungar leikarar sigur, Símun Gullaksen, ábyrgdarfólk fyri fótbólt við Norðlýsið

Hettar er sætti ungdómssáttmálin sum KÍ skrivar og 17 ára gamli Sigmund Jacobsen kom eisini á vøllin seinastu løtuna móti TB.
– Endamálið við ungdómssáttmálunum er at menna ungar leikarar og sáttmálin verður eisini góðkendur av foreldrunum.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Oddbjørn Joensen, segði í samrøðu við Norðlýsið, at hann var sera væl nøgdur við tað sum 17 ára gamli unglingin hevði víst undir venjing og á vøllinum. Vit kunnu eisini leggja afturat at Sigmund er syskina barn til Heðin á Lakjuni, so ikki kann annað sigast at Sigmund hevur gott at braga til.

Harleywoodpaint