Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungdómurin setur dagsskránna í Klaksvík

Nordlysid

Í morgin, mikudagin 10. desember 2014, verður Ungdómsbýráð hjá Klaksvíkar Kommunu sett, har unga ættarliðið fær høvið at hava sín egna býráðsfund, og nógv áhugaverd mál eru á skránni, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.

– Í morgin, mikudagin 10. desember 2014, verður Ungdómsbýráð hjá Klaksvíkar Kommunu sett, har unga ættarliðið fær høvið at hava sín egna býráðsfund, og nógv áhugaverd mál eru á skránni, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.

Tað verður ein søguligur og spennandi dagur í býráðsumsitingini í morgin, mikudagin 10. desember 2014, har teir 10 ungdómarnir, sum eru valdir í fyrsta ungdómsbýráðið í Klaksvíkar kommunu, fara at hava sínar nevndar- og býráðsfundir.

Fyrst á skránni fyri dagin er, at ungdómsbýráðið skipar seg í tvær nevndir, har tann eina er Trivnaðar- og Mentanarnevndin, og hin er Tekniska Nevnd.

Síðani verður farið út í nevndirnar at viðgera tey innkomnu uppskotini um mál, sum eru av áhuga hjá ungdóminum, og sum tey ungu sjálvi leggja fram og viðgera. Nevndirnar gera síni tilmæli, sum verða løgd fyri Ungdómsbýráðið til støðutakan.

Eftir nevndarfundirnar verður døgurðasteðgur kl. 12:00, og síðan verður tann formligi ungdómsbýráðfundurin settur kl. 13:00.


Ungdómsbýráðið verður stroymað

Eins og til vanligar býráðsfundir er ein skrá gjørd, sum verður løgd á heimasíðu kommununnar dagin fyri býráðsfundin, hetta so borgarar lættari kunnu fylgja við arbeiðnum hjá ungdómsbýráðnum.

Fyri at geva teimum ungu eina uppliving, so nær tí veruliga býráðsarbeiðnum, fer borgarstjórin, Jógvan Skorheim, at leiða býráðsfundin hjá Ungdómsbýráðnum, og somuleiðis verður Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung partur av tiltakinum.

Býráðsfundurin verður stroymaður og vístur í auluni í Skúlanum við Ósánna fyri framhaldsdeildunum hjá báðum skúlunum. 

Fundirnir hjá Trivnaðar- og Mentanarnevndini og Tekniksu nevnd eru fyrrapartin frá kl. 9.30-12.00 og býráðsfundurin, sum verður stroymaður, verður seinnapartin kl. 13.00.


Fult í tráð við barna- og ungdómsvirðini

– Ungdómsbýráðið gevur teimum ungu eina rødd, sum eg fegnist um, og sum gevur okkum, býráðspolitikarum, vitan um, hvat rørist millum tey ungu.

– Hetta er fult í tráð við tað, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt í Barna- og Ungdómsvirðunum, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.