15 teir mest brúktu leikararnir hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi eru 20 ár ella yngri.
Talan verður um eitt søguliga gott ár hjá Víkingi í vaksnamannafótbólti. Besta liðið liggur til at vinna FM, næstbesta liðið er á 2. plássi, tó í harðari kapping við KÍ, og 2.deild vann bronsu heiðursmerkir. Megnar 1.deild at fáa heiðursmerkir, so hava øll trý liðini fingið heiðursmerkir.
Meðan Effoliðið hjá Víkingi er kent fyri sín høga miðalaldur, sum helst er ein tann hægsti hjá nøkrum FM vinnara í Føroyum nakrantíð, so eru ungu Víkingarnir at finna á næstbesta liðnum. Tí Víkingur hevur eitt sera ungt 1.deildarlið, sum harafturat stendur seg sera væl. Tað er ikki vanligt, at so ungt lið stendur seg í toppinum í næstbestu deildini. Í hesum føri er tað enntá tað næstbesta liðið hjá felagnum.
Tí av 15 teimum mest brúktu leikarunum hjá Víkingi í 1.deild, so er eingin eldri enn 20 ár. Ein kann siga, at hetta er U20 liðið hjá Víkingi. At hesir standa seg væl bendur kanska á, at Víkingar hava nógv fólk at taka yvir, tá eitt ættarliðsskiftið verður á besta liðnum, sum væntandi verður um fá ár.
Teir 15 mest brúktu leikararnir hjá Víkingi á næstbesta liðnum hjá Víkingi í ár sambært FaroeSoccer eru hesir:
Elias Lervig 20 ár
Ási Rasmussen 20 ár
Hans Jákup Lervig 20 ár
Tonni Thomsen 18 ár
Óla Kristian Jacobsen 20 ár
Bárður á Reynatrøð 17 ár
Arnbjørn Svensson 18 ár
Petur Petersen 18 ár
Mikal á Reynatrøð 18 ár
Magnus Heinason 17 ár
Hjalti Strømsten 20 ár
Regin Jensen 19 ár
Pól Enok Hansen 20 ár
Fannhard Skoradal 19 ár
Dávur á Reynatrøð 20 ár
15 leikarar við miðalaldri á 18,9 ár.




