Tað er áhugavert at lesa viðmerkingarnar hjá Jóhan Nielsen og Petur Mohr í Norðlýsinum. Júst Jóhan og Petur eru tveir av okkara fremstu venjarum og hava eisini sera stóra viðring millum okkum, sum dagliga fáast við føroysk fótbóltsviðurskifti.
Sjálvur havi eg umframt at spælt fótbólt stórsta partin av lívinum – eisini fingist við leiðsluviðurskifti í KÌ síðan miðskeiðis í 90unum. Eisini kenni eg persónliga ein stóran part av persónunum, sum sita í leiðsluni í øðrum feløgum í Føroyum og kann tí siga somikið at dagligdagurin hjá føroysku fótbóltsleiðsunum er sera líkur kring alt landið.
Eg kann vera samdur nokkso langt við teirbáðar venjararnar, men álíkavæl eri eg grundleggjandi ósamdur tá tað kemur til føroysu ítróttarleiðslurnar.
Venjarar, leikarar og leiðslurnar
Fyri tað fyrsta so er tað longu í dag ein veruleiki at 80 til 90 prosent av leikarunum í Formuladeildini fáa endurgjald og beinleiðis løn frá feløgnum.
100% av venjarunum í Formuladeildini eru í løntum starvið.
Allar leiðslurnar í føroysku fótbóltsfeløgunum gera eitt ólønt arbeiði – hetta umfatar eisini tey sokallaðu stóru feløgini.
Tá tosað verður um venjara-uppsagnir er tað longu soleiðis í dag at flestu venjarar fáa tað, sum svarar til eina ársløn, um teir vera uppsagdir í úrtíð. Hetta er nakað, sum flestu hava tryggja sær áðrenn sáttmálin var undirskrivaður.
Vit eru eisini mennisku
Tað er beinleiðis skeivt tá sagt verður at leiðslurnar ikki taka menniskjalig atlit – tí hetta er júst dagligdagur hjá einhvørjari fótbóltsleiðslu.
Tað gongur ikki ein dagur uttan at leiðslurnar á ein ella annan hátt hava verið í berøring við leikarar, foreldur, venjarar, viðhaldsfólk og sponsorar – og tað er fornemmasta uppgávan hjá leiðsluni at syrgja fyri at øll hesi trívast í einum felag.
Dagliga eru eisini uppgávur har persónlig og menniskjalig viðurskifti eru uppi og venda og tí er tað sera umráðandi at vera opið og tolin.
Nú verður sagt at næstan helvtin av venjarunum í Formuladeildini eru uppsagdir í ár og tað er kanska í meira lagið, men um hugt verður eftir ovastu leiðslunum í føroysku feløgunum seinastu mongu árini er útskiftingin av leiðslupersónum minst líka stórt.
Leiðslan er fult kompitent
Funnist verður eisini at førleikanum hjá leiðslunum at leiða feløgini og sagt verður at tær als ikki eru kompitentar.
Nú vil eg ikki svara fyri leiðslurnar í øðrum feløgum – men sum leiðslupersónur í KÍ eri eg fult tryggur við tað samanseting av persónum vit hava í okkara felag.
Vit hava fólk sum hava drúgvar royndir innan leiðslu í ítrótti – fólk við handilsligum sambondum – fólk við royndum innan fyri yvirornaðari ítróttarligari leiðslu og fólk, sum í mong ár hava fingist við grundleggjandi ítróttarligar spurningar. Vit hava fólk við baði ítróttarligum royndum og fíggjarligum førleikum eins og eisini hava vit fólk við hægri útbúgving. Harafturat hava vit í ein vælskipaðan bygnað við sundurbítið av ábyrgdarøkjum.
Ikki “einans” ítróttarlig atlit.
Tá sagt verður at leiðslurnar ikki hava førleika til at taka ítróttarlig atlit so eri eg ikki samdur vísandi til tað sum eg skrivaði omanfyri.
Hinvegin so eru tað so mong onnur atlit enn “bert” tey ítróttarligu, sum ein leiðsla í ítróttarfelagið tekur. Her kunna vera eitt nú persónlig, fíggjarlig og innahýsis atlit at taka – nakað sum sjálvdan ella ongantíð kemur alment fram.
Setan av venjarum
Jóhan Nielsen sigur at tá feløg seta venjara so eiga tey at hugsað um venjarin passar til felagið – tvs. um hann stendur fyri sama slag av fótbólti sum felagið.
Her eri eg eisini samdur – men eisini her eru ikki "einans" fótbóltslig atlit at taka. Besta dømið er uttan iva tá FSF setti Allan Simonsen til landsliðsvenjara. Við Allan Simonsen fekk føroyskur fótbóltur annað enn "bert" ein landsliðavenjara. Tað er ymiskt hvønn tørv feløgini hava til ymiskar tíðir og hetta sæst eisini aftur í valinum av venjarum – sum jú umframt at vera fótbóltsleiðarar – eisini, ofta, mynda felagið.
Ítróttur er eisini “show-buisness”
Jóhan Nielsen sigur m.a. at feløgin áttu at gjørt ein skilnað millum tað ítróttarliga og tað fíggjarliga við m.a. at sett ein ítróttarstjóra.
Hetta ljóðar skilagott – men er veruleikin ikki tann at hesi hanga saman?
Fremsta liðið hjá KÍ skal “undirhalda” áskoðarum, sponsorum og fjølmiðlum – og tað er undirhaldsviðrið, sum tryggjar felagnum positiva umtalu og harvið undirtøku millum mannað – og ikki minst millum sponsorar.
Eingin av hesum pørtunum eru serkøn um fótbótlsviðurskifti – men teirra uppbakkin er avgerandi fyri at venjarar og leikarar fáa løn og harvið kunnu brúka stóran part av tíðini uppá at gerast betri til sín ítrótt.
Fyri meg persónliga er ítróttur fyrst og fremst samband við míni medmennisku og gjøgnum ítróttina havi eg baði sum leikari og leiðari knítt vinabond.
Ìtrótturin hevur ríka mítt lív – hóast eg eins og allir aðrir ítróttarleiðarar í landinum ikki fái eitt klovið oyrað fyri tað tíð og orku, sum verður brúkt til ítróttin.
Eg haldi at vit í KÍ og føroyskum fótbólti hava so nógv gott at vera stolt og errin av og tað er ikki nakað, sum einans skyldast teim aktivu ítróttarfólkunum, men so sanniliga eisini tað stóru fjøld av fólkum, sum hvønn dag virka í føroysku fótbóltsfeløgunum kring um í landinum.
Fráfallið er alt ov stórt
HB skal nokk fáa annan skilamann til venjara, men truplari er at erstatta tey fólk, sum í dag sita við ábyrgd í feløgunum kring um í landinum. Fleiri av hesum fólku reka eitt ítróttarfelag við millióna umsetningi í síni frítíð.
– Stórsta avbjóðingin í løtuni er áhaldandi útskiftingini av leiðslum – tí tað ger feløgini munandi veikari at leiðsluvitan alla tíðina verður skift út. Heldur eiga vit at sláa ring um feløgini og leiðslurnar – tí í botn og grund eru tað vit sum búgva í økinum, sum mugu syrgja fyri at okkara felag er eitt sunt felag fyri okkar uppvaksandi ungdóm. Eingin annar fer at gera arbeiði fyri okkum og tað er eingin annar enn vit, sum eiga at vera stolt av felagið okkara.
Eg vil enda við at takka teimum báðum Jóhann og Petur fyri at hava sett ljóskastaran á áhugaverdar og tíðandi spurningar.
Við Ítróttarkvøðu
John William Joensen
Nevndarlimur í KÍ




