Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Uppskotið skapar illvilja móti ferðafólkum

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við bóndan Esmar Sørensen og konu hansara Irenu Mariu á Viðareiði fyri at fáa hansara meining um fyriliggjandi lógaruppskotið um gongd í haga ella burðardygga ferðavinnu. Vit geva fyrst Esmari orðið:

 

(Grein II úr blaðnum)

 

– “Eg haldi, at hatta uppskotið er nakað lort. Ræðisrætturin verður tikin frá bóndunum og teimum, sum varða av jørðini, við tað at hendan lógin verður sett í gildi, so at vit onga ávirkan skulu hava á nakað. Bert tey, sum onki hava við landbúnað at gera, halda, at uppskotið er fínt. Og tað fer at gera, at vit fara at ynskja turistarnar hagar, sum piparið grør.

Tað mátti borið til at funnið eina loysn, sum vit eisini kunnu liva við, tí tað er okkum, tað rakar. Um nakað gott skal spyrjast burturúr, so mugu vit, sum varða av jørðini, eisini verða tikin í álvara.

Tørvur er á arbeiðsplássum í útjaðaranum og ikki minst á útoyggj, og hetta kundi verið ein gyltur møguleiki. Men tað tykist sum um allar inntøkurnar skulu detta niður í miðstaðarøkinum. Tær 20 milliónirnar, sum verða tiknar inn í náttúrugjaldi – av teimum fáa bøndurnir ein fjórðing. Tað gevur kanska nakrar hundrað krónur í mín part. At gera eina gøtu her kostar 8 milliónir, men uppskotið tekur alt grundarlagið undan hesum.  

At siga at gjald kann takast umframt náttúrugjaldið er ikki rætt. Vit hava roynt at stongt hagan av og sagt at ongin sleppur í hagan uttan ferðaleiðara, men bert nøkur heilt fá teknaðu seg til skipaða túrin. Fleiri túsund gingu bara framvið skeltinum um, at tað ikki var loyvt turistum at fara óskipaðar gongutúrar í hagan.

Tá ið útlendingarnir nú fara at ganga allastaðni og ganga seg í óføri, hvør skal tá fara eftir teimum? Eg havi verið nógvar ringar túrar eftir fólki, sum hava gingið seg føst. Høgni má hugsa seg um eina ferð afturat, tí tað ber ikki til at halda bøndurnir og jarðareigararnar uttanfyri, tí tað er okkum, tað rakar. Tí tað snýr seg eisini um bygdamenning og at menna útjaðaran og ikki minst um at skapa arbeiðspláss á bygd og á útoyggj.

Og tað eru vit, sum standa við trupulleikanum, tá illa vil til, og talan er um nokkso nógvar trupulleikar. Fólk eru onkuntíð farin í hagan og hava gingið seg føst, og tá eru tað vit, sum skulu brúka tíð og orku uppá at leita eftir teimum og onkuntíð samskifta við tyrluna. Tað er okkum, Alarmsentralurin ringir til og heitir á, og tað verður eisini ringt privat til okkara um tað.

Einaferð í kava í februar mánað ringdi Alarmcentralurin um ein mann, sum var komin illa fyri í haganum hjá mær, og eg fór so út, og komin niðan stóð politiið eisini har. Men tað endaði við, at politistarnir sótu eftir, og eg mátti einsamallur eftir manninum. Eg føldi meg noyddan at fara. Tað fari eg ikki at kunna, nú tað verður latið upp fyri, at øll kunnu ganga alla staðni alla tíðina. So fara at verða boð eftir okkum alla tíðina, og tað ber ikki til.”, sigur Esmar.

Irena Maria fær seinasta orðið: – “Um tað vóru vit, sum fingu inntøkurnar av ferðavinnuni í haganum, so høvdu vit kunnað havt fleiri fólk í starvi, og so bar betur til. Ferðafólkagrundarlagið er har, og vit hava havt nógvar planir um at byggja meira upp, men nú verður høvdið bara kvett av tí, áðrenn vit fáa gjørt tað.” 

Harleywoodpaint