Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Vanlukka fyri føroyska náttúruvernd

Jóhann Lützen

og tað fer at gera enda á tí siðbundna føroyska landbúnaðinum. Tað er somuleiðis sera ørkymlandi, at Búnaðarstovan, sum umsitur landsjørðina v.m. slettis ikki er hoyrd yvirhøvir í hesum málinum, sigur Bóndafelagið í hoyringsskrivi nú landsstýriskvinnuna í Umhvørvismálum nú hon hevur lagt uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd fyri løgtingið

 

Hoyringsskrivið kann lesast niðanfyri

 

Viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin) og tilhoyrandi fylgilóggávu

Bóndafelag Føroya takkar Løgtingsins Rættarnevnd fyri henda møguleika at lata nevndini nakrar beinleiðis viðmerkingar um uppskotið til náttúruverndarlóg.

Flest øll vilja verja føroysku náttúruna, og tað vilja festibóndur sjálvandi eisini. Bóndafelagið hevur tó rættuliga stóran ampa av hesum lógaruppskotinum, sum felagið metir hava eina røð av óhepnum avleiðingum við sær, sum hvørki eru til frama fyri føroysku náttúruni ella føroyskum landbúnaði.

Verður uppskotið samtykt fer tað at gera av við tann gamla serføroyska jarðarfelagsskapin, sum hevur sín uppruna í markatalsbygdini. Í dag er jørðin soleiðis skipað, at bygdirnar virka sum sjálvstøðugt regulerandi eindir, har eigararnar í felag taka avgerðir, og har grannastevnan er evsti lokali myndugleiki. Hesa skipanina nevndi Bjørk sorenskrivari”færøsk bygderet”, og hetta er tann einasta lóggáva av serføroyskum uppruna, sum framvegis er til. Men verður hetta lógaruppskotið samtykt, verður jarðarfelagsskapurin í bygdini avtikin, og ræðisrættindini flutt til landsstýsismannin, sum fær víttgangandi heimildir til at skipa umsitingina av føroysku náttúruni ígjøgnum kunngerðir. Við øðrum orðum, so verða tað framyvir nøkur embætisfólk í Havn, sum fáa ræðisrættindini yvir føroysku jørðini, meðan bygdasamfeløgini ikki longur hava nakað vald yvir uttangarðsjørðini í bygdini.

Líkt er til, at nøkur heilt onnur endamál enn náttúruvernd eru goymd í lógaruppskotinum, tá teksturin verður nærlisin. Í § 5 verður ásett, at: ” Tiltøk eftir hesi løgtingslógini skulu vigast upp ímóti øðrum týðandi samfelagsáhugamálum.” Hesi sokallaði ”týðandi samfelagsáhugamál” verða eisini nevnd í § 29. Meðan aðrir lógargreinir í uppskotinum verða greinaðar út í æsir, verður onki sagt í serligu viðmerkingunum um, hvørji hesi ”týðandi samfelagsáhugamálini” eru. Tí er lætt at hugsa sær, at bæði ferðavinna, alivinna og bygging av alskyns slag framyvir fara at koma undir hesar ásetingar. Harvið sleppa føroysk eins og útlendsk kapitaláhugamál framm at føroysku náttúruni, og kunnu nýta hana sum teirra tilfeingi. Sostatt kemur lógin at virka beint ímóti teimum endamálum hon annars verður søgd at hava.

Um hugt verður ásetingunum í Kap. 6 um handhevjan og tvingsilsátøk vm., og hesar verða samanbornar við omanfyrinevndu ásetingar um ”týðandi samfelagsáhugamál” sæst greitt, at høvðusendamálið við lógaruppskotinum er at avmarka tað núverandi lógliga virksemið í føroysku høgunum, nevniliga seyðahaldið. Í staðin fær stórkapitalurin de facto fría atgongd til náttúruna, og teir partar sum hesin ikki er áhugaður í, verður latin til embætisfólk og lívfrøðingar at umsita. Somuleiðis er greitt, at festarar og óðalsfólk fáa eina munandi umsitingarliga byrðu, um hesi skulu liva upp til allar tær nýggju fyriskipaninar, sum settar verða í verk. Havandi í huga, at lógaruppskotið eisini ásetur, at fólk hava rætt til at njóta náttúruna er greitt, at ferðslan í høgunum verður meira ella minni frí. Eisini hetta er beint tað øvugta av náttúruvernd. Taparin verður heilt greitt tann siðbundni landbúnaðurin.

Leggjast skal afturat, at lógaruppskotið hevur munandi negativ árin á rættartrygdina hjá festarum og óðalsfólki. Náttúruverndin verður flutt úr tí núverandi dómstólslíknandi skipanini til almennu fyrisitingina, sum fær sera víðar heimildir til at áseta sektir – fyrst og fremst ímóti tí núverandi lendisnýtsluni til bit hjá
Hoyvík 18. apríl 2023
seyði og øðrum húsdjórum. Samstundis eru serásetingar gjørdar um endurgjaldsskyldu, sum gera møgulig endugjøld fyri mist virði munandi minni enn núverandi rættarsiðvenja. Og ikki nóg mikið við tí, so verða nýggju kærumøguleikarnar avmarkaðir við tað, at kærarin eisini skal gjalda sakarmálsútreiðslurnar hjá mótpartinum, um viðkomandi ikki fær viðhald. Hetta er eitt eindømi innan ta núverandi føroysku fyrisitingarligu kæruskipanina, og eitt munandi inntriv í rættartrygdina.

Umframt øll tey ivasomu viðurskiftini, sum nevnd eru omanfyri, so er lógaruppskotið orðarætt tað sama, sum tað undanfarna samgonga tók aftur. Tað hevur ikki verið til hoyringar, og tí eru allar atfinningar, sum gjørdar vórðu seinast uppskotið lá í løgtinginum í veruleikanum sópaðar av borðinum.

Samanumtikið skal Bóndafelag Føroya gera greitt, at hetta lógarupposkotið er ein vanlukka fyri føroyska náttúruvernd, eins og tað fer at gera enda á tí siðbundna føroyska landbúnaðinum. Um tað verður samtykt vendist ikki aftur, og Føroyar verða sum frálíður ikki tær somu sum frammanundan. Mælt verður staðiliga til at hetta uppskotið verður slept, og at í staðin vent aftur til leistin, sum var frammi áðrenn tilgongdin við hesum lógaruppskotinum byrjaði.

Vinarliga

Sigert Patursson Formaður, Bóndafelag Føroya