Týsdagin gav landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djúrholm, boð um at arbeiði hjá Landsverkfrøðinginum viðvíkjandi vegnum til Syðradals skuldi steðgast beinanveg.
Tá vit hittu Bjarna Djúrholm mikudagin, segði hann okkum, at hann ikki enn kundi siga hvat fór at henda í málinum.
Landsverkfrøðingurin arbeiðir eftir sínum heimildum sambært løgtingsjáttanir, men í seinastuni hevur verið tosað um at ikki alt gongur fyri seg á rættan hátt við vegnum til Syðradals og tí havi eg givið boð um at steðga arbeiðinum, til eg havi fingið eina frágreiðing frá landsverkfrøðinginum.
Um hetta kemur at taka tveir dagar ella eina viku, tað veit eg ikki enn, men eg kann siga at eg eri ógvuliga keddur av at verða noyddur at steðga hesum arbeiðinum nú, sigur Bjarni Djurholm at enda.
Sum skilst hevur landsstýrismaðurin fingið skotið í skógvarnar av politikarum, at ikki alt fer regluligt fram og tí er orsøkin til at vegurin nú verður steðgaður fyrst og fremst politisk.




