Hóskvøldið kl. 18:30 spælir KÍ ein venjingardyst við Djúpumýru ímóti B68, sum júst er flutt upp í Formuladeildina, og sum m.a. hevur fyrrverandi KÍ-leikaran, Jacob Bymar, í hópinum.
B68 hevur fyri fáum døgum síðan spælt ein venjingardyst ímóti ÍF, sum fuglfirðingar vunnu 1-0.
Í tí dystinum var B68 mannað við hesum leikarum:
Vlada Filipovic, Oddur Højgaard, Arnbjørn Danielsen, Landing, Gestur Lómstein, Kristian Anton Andreasen, Jóhan Dávur Højgaard, Badara, Alex Troleis, Andre Olsen, Jonleif Højgaard, Niklas Poulsen og Emil Olsen.
Harafturat eru hesir leikarar knýttir at B68 (smb. www.b68.fo):
Jann Ingi Petersen, Ralph Van Doren, Jóhan Petur Poulsen, Remi Langgaard og Jacob Bymar.
Hesin seinast nevndi, danin Jacob Bymar, hevur áður spælt við KÍ. Jacob er úr Fanø og hevur eina fortíð hjá fótbóltsfelagnum Esbjerg.
Sostatt er møguligt, at Jacob Bymar verður at síggja við Djúpumýru hóskvøldið kl. 18:30.




