Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystur: KÍ-Skála 2-2 (2-1): Ungir menn sluppu at royna seg við KÍ

Oliver Joensen

KÍ-spælið er í framgongd. Tað varð staðfest í venjingardystinum ímóti Skála leygardagin.

KÍ-spælið er í framgongd. Tað varð staðfest í venjingardystinum ímóti Skála leygardagin, sum venjararnir eisini brúktu til at royna onkrar ungar menn á liðnum. Eitt nú var Heri Thorsteinsson í málinum fyri Meinhardt, sum var við landsliðnum.



KÍ og Skála spældu javnt í venjingardystinum leygardagin, har KÍ var á odda í 2-1 í hálvleikinum.

Málini hjá KÍ skutu Heðin á Lakjuni við brotssparki, eftir at Skála-leikari hevði havt hond á bóltinum, og Paul Clapson við høvdinum eftir skot inn fyri málið úr síðuni.

Bæði málini hjá Skála komu við deyðbóltsstøður. Tað fyrra gjørdi Aleksandur Johannesen við brotssparki í fyrra hálvleiki, og tað seinna gjørdi Bogi Gregersen við beinleiðis frísparki beint uttan fyri brotsteigin.

KÍ var ikki fullmannað í hesum venjingardystinum, og tað gav venjarunum møguleika at royna yngri leikarar á liðnum.

Eitt nú stóð ein ungi Heri Thorsteinsson í málinum, Steffan Kalsø var í miðverjuni saman við Jan Andreasen, og Rudolf Eliasen spældi í seinna hálvleiki sum høgri bakkur, har hann vísti kvikleika.

Enn hevur KÍ ikki leikt nakran dyst, sum telur í nakrari kapping, men nú nærkast

Harleyfacadeacryl