Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Virkið Heyst á skrá

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í døgunum 26. september – 2. oktober er Klaksvíkar kommuna karmur um nógv øðrvísi og spennandi tiltøk.

Lagt er upp til fjálga nærveru í tí smáa, men eisini tiltøk, sum savna fjøldina. Eisini er Virkið heyst partur av ABC fyri sálarliga heilsu – hetta til at stuðla uppundir altjóða sálarheilsudagin, sum er 10. oktober. Klaksvíkar kommuna hevur í ár valt at seta sjóneykuna á hetta átakið í viku 39, har stovnar og feløg eru partur av mongu tiltøkunum, sum eru á skrá.

Her fyri harmaðist stjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen um, at ”Klaksvíkini fattast tiltøk á heysti”.

Hann skrivaði m.a. ”Í Føroya næststørsta býi eru stór tiltøk frá nýggjárinum yvir torradagarnar, norðoyastevnu, Summarfestivalin og til og við Føroya Sjómannadag. Men síðani er eitt eitt drúgt tómrúm frá september og fram móti jóltíðum. Hevði ikki verið hugnaligt og spennandi við einum ella fleiri stórum tiltøkum í Klaksvík í heyst”? Spurdi hann.

Greinin endar tó við, ”Lat meg enda við eini umbering: Er tað so, at eitt ella fleiri tiltøk longu eru løgd, ella eru í umbúna at verða løgd, í Klaksvík í heyst, so biði eg hervið frammanundan um umbering fyri at skriva, sum um onki var. Tað er skrivað vegna vantandi vitan um hesi tiltøk og avgjørt ikki fyri at lítisgera tey”.

Og rætt fekk stjórin! Hann hevur helst verið óvitandi, tí nú er so eitt stórt heyst-tiltak her við skrá fyri eina heila viku, har eisini borgarstjórin er ferðaleiðari út í Bjargamansdal komandi fríggjadag.

Hetta tiltakið er ikki bara tikið úr skuffuni tí Norðlýsið heldur at Klaksvíkini fattast tiltøk, men hevur drúgva umhugsan eftir vegnum. Eisini hava onnur tiltøk verið, sum ikki vórðu nevnd í greinini.

Tað besta er, at tá ið slík tiltøk verða sett á skrá, taka feløg, einstaklingar og virkir væl undir við og spæla við.

Sum samfelagið er sett saman nú á døgum, skal undirhald til í ríkiligt mát, tí verður helst eftirspurt, nær nakað hendir? Tú mást ikki keða teg! Keðir tú teg, gerst tú ræðsleysur, og er tí telefonin og teldan so góð at stytta sær stundir við, verður hildið.

Annars plagar at verða sagt, at tú skal kunna keða teg, fyri at gerast kreativur. Eitt av aðalmálunum hjá ABC fyri sálarheilsu er m.a. at hugsavna seg – binda frið, at lurta og at vera virkin á ymsan hátt.

Við ynski um gott ”Virkið heyst”!

Greinin 03.09.2022

Skrá og um Virkið heyst