Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit fara at pynta mánadagin

John William Joensen

sigur formaðurin í mentunarnevndini, Jógvan Skorheim, sum vísir aftur at býráði ikki hugsar um handilslívið – hinvegin fer høgættin sera illa við baði jólatræ og jólapynti

– Tað er ikki rætt at býráði ikki hugsar um handilslívi, tí orðsøkin til at jólatræið verður tendrað 11. desember er at tunnilsdagurin er 12. desember.

– Orðsøkin til at man hevur valt at bíðja við at hanga jólapynt upp er tann at útreiðslurnar til viðlíkahald hava verið stórar.  Miðbýurin í Klaksvík er sera opin og høgættin fer illa við jólapynti og jólatræði. Longri jólapynti hongur uppi størri eru útreiðslurnar til viðlíkahald og fyri at taka eitt dømi so hava vit fleiri ferðir upplivað at jólatræið er koppað og brotnað.

– Útreiðslurnar í samband við at pynta býin liggja á hvørjum árið umleið 200.000 krónur og harafturat hava vit havt einar 50.000 krónur í eykaútreiðslum hvørjaferð jólatræið er dottið niður.

– Samstarvið við handilslívið kann sjálvandi altíð betrast og í hesum sambandi verður handilslívið partur av vakstrarbólkinum, sum fer til verka fyrsta dagin.

– Tað hevur stóran týdning at vit stuðla undir handilslívið í býnum og sjálvur meti eg at vit áttu at hjálpt handilsfelagnum – men alt hetta fer vakstrarbólkurin nú at viðgera.

Sambært varaborgarstjóranum verður farið undir at pynta býin mánadagin og 11. desember verður jólatræði tendrað. Eisini eru jólatrø keypt til bygdirnar sum hoyra til Klaksvíkar Kommunu.

– At vit noyðast at taka útgangsstøði í tí fíggjarliga rásarrúminum – er púra nátúrligt – men eg haldi at vit leggja stóran dent á at hjálpa handilslívinum við m.a. at gerða tunnilsdagin so hugnaligan sum gjørligt, sigur varaborgarstjórin og formaðurin í mentunnarnevndini, Jógvan Skorheim, at enda.