Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit høvdu ein góðan fund har semja var um at arbeiða víðari við privatu tunnilsloysnini

Norðlýsið

Fyri løtu síðan fingu vit fatur á løgmanni eftir at samgongan hevur sitið á fundi um Skálafjarðartunnilin. Tað er semja um at arbeiða við privatu loysnini men at gjørdar verða ávísar broytingar í uppskotinum, sigur Løgmaður.

– Vit eru samd um at arbeiða víðari við Skálafjarðartunnlinum eftir tí leisti sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp. Men vit eru samstundis samd um at gera nakrar broytingar so m.a. nakað av tí sum Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen hava víst á. Síðani eru vit eisini samdir um at byrja at seta av til ein nýggjan sandoyartunnil í heyst.

Sambært løgmanni so verða nevndu broytingar framdar undir nevndarviðgerini.

Fleiri tinglimir hava funnist at at teir ikki hava havt møguleika at sæð sáttmálan sum landstýrið ætlar at gera við privata felagið sum skal byggja tunnilin.

– Vit hava sjálvandi ikki havt sáttmálan til viðgerar á samgongufundi men undir nevndarviðgerðini fara tinglimir í trúnaði at fáa meira innlit í málið.