Jan Gardar hevur tikið sæti í býráðnum, nú Atli S. Justinussen er farin í farloyvi frá býráðsarbeiðinum.
Í sambandi við at Atli S. Justinussen er farin í farloyvi frá býráðsarbeiðnum, hevur Jan Gardar, sum næsti maður á fólkaflokslistanum til seinasta býráðsval, fyri fyrstu ferð tikið sæti í býráðnum, fyribils hetta árið út.
Við býráðsvalið í 2004 stillaði Jan Gardar upp til býráðið, har hann við 106 atkvøðum gjørdist sættivaldi maðurin á fólkaflokslistanum, sum íalt fekk 4 umboð í býráðið.
Jan Gardar er sostatt annar varalimur hjá Fólkaflokkinum í býráðnum hetta valskeiðið.
Í løtuni eru tveir býráðslimir hjá Fólkaflokkinum í farloyvi – Jákup Mikkelsen og Atli S. Justinussen – og tað er orsøkin til, at boð nú eru eftir Jan Gardar, sum hevur tikið sæti í býráðnum.
Jákup Mikkelsen er í farloyvi hetta árið út, meðan Atli S. Justinussen er í farloyvi til 1. februar 2007.
Erik Andreasen hevur frammanundan tikið sæti fyri Jákup Mikkelsen í býráði og nevndum, meðan Jan Gardar nú tekur sæti fyri Atla S. Justinussen.
Sostatt situr Jan Gardar í fyrsta umfari í býráðnum fyri Atla S. Justinussen allan desember mánað 2006.
Tá varamaður tekur sæti í býráðnum fyri ein býráðslim, er skipanin tann, at hann samstundis tekur sæti í teimum føstu býráðsnevndunum, har hesin er limur.
Føstu býráðsnevndirnar, har Atli S. Justinussen er limur, og sum Jan Gardar tí nú eisini hevur tikið sæti í, eru hesar:
Havnanevndin
Sosiala Nevnd
Jan Gardar, sum er 35 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Klaksvík.
Eftir loknan fólkaskúla fór Jan í starv hjá Klaksvíkar Timburhandli, har hann starvaðist í eitt ár, áðrenn hann í 1989 fór í Handilsskúla á Kambsdali.
Eftir enn eitt starvsskeið í Klaksvíkar Timburhandli, fór Jan í 1993 í læru hjá Føroya Keypssamtøku, har hann hevur starvast síðani.
Síðani 2000 hevur Jan Gardar verið deildarleiðari hjá FK í Klaksvík.
Jan Gardar er giftur við Heidi, og eiga tey børnini Karinu og Jónu.
Kelda: www.klaksvik.fo




