Harley
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

“Curlingklubben” hjá DR2 á vitjan í Klaksvík

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Okkara navnframi kokkur, Gutti Winther ringdi til mín í vikuni og spurdi um eg ikki kundi hjálpa honum við einum túri á seiðaberg við P3 sendingini hjá DR2. Hetta skuldi vera um dagin, men eg helt, at vit plagdu ikki at vera á seiðabergi um dagin, tað var meira ímóti skýming at slíkt virksemi gekk fyri seg.

Men vit kunnu fara á Kósina at fiska nakrar seiður. Sum fyrisligið, so gjørt.

Í gjár kom so hópurin, Christian Bonde og Maria Fantino vertir á Curlingklubbanum saman við tveimum myndamonnum.

Um Curlingklubban verður millum annað sagt á Wikipedia, at hetta er eitt radioprogram. Men tilfarið hjá Curlingklubbanum verður lagt sum brellbitar út á ymiskar pallar, so sum Youtube, Instagram og fleiri, hetta fyri at náa ungum at vita meira á DR”. Eitt hugskot er at fáa ung at seta spurnartekin við øll tey viðurskifti ein ikki sjálvur hevur hugsað um at ein hugsar.

Evnini verða viðgjørd á lættan hátt, so vit høvdu eina sera stuttliga løtu á Kósabrúnni.

Curlingklubburin hevur oftað gjørt TV sendingar til DR. Programmið hevur vunnið fleiri prísir tey trý árini tað hevur virkað.

Gutti álegði mær at koma við tráðum og agni, so vit báðir norður á Kósina á “seiðaberg” við Curling hópinum. Tey brúktu eisini okkum báðar sum “sjónleikarar”. Sum skilst, so verður yvirskriftin hjá teimum “Frá fjøru til borð”

Aftaná borðreiddi Gutti Winther við alskyns fiskarættum í Nólsoyar Pálls húsi.

Sendingin skal sendast seinast í juni.