Gransking vísir, at tá bóltur fer á tvørstongina, niður í vøllin og uppaftur á tvørstongina, so er bólturin altíð innanfyri mállinjuna.
KÍ var snýtt fyri eitt mál í seinna hálvleiki í gjár. Árni Frederiksberg skeyt á tvørstongina, niður í vøllin og uppundir aftur tvørstongina. Hjálpardómari og dómari mettu ikki, at bólturin var innanfyri. Men mynd hjá Oliver Joensen staðfestur, at bólturin var innanfyri og tað kundu tey flestu sum stóu nær eisini síggja.
Men í slíkari støðu kundi eitt ástøði hjálpt hjálpardómara og dómara. Tí hendan støðan hevur áður verið nógv umtalað uttanlands. Gransking vísir, at tá bóltur fer á tvørstongina, niður í vøllin og uppaftur á tvørstongina, so er bólturin altíð innanfyri mállinjuna.
Norðlýsið hevur spurt dómaraleiðaran hjá FSF, Lassin Isaksen, um dómarar og hjálpardómarar hava fingið hetta ástøði, men tað hava teir ikki.
Les meir um ástøði aftanfyri, at bólturin altíåð er innanfyri í slíkari støðu HER




