Í kvøld verður toppdystur við Løkin.
Undan dystinum er NSÍ trý stig frammanfyri KÍ. KÍ hevur betri málmun, so vinnarin tekur oddasessin. Liðini hava spælt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum í ár. Tann fyrsti endaði 1-1 í Klaksvík, síðani vann KÍ 4-2 í Klaksvík og seinast vann NSÍ 4-2 í Runavík.
Bæði liðini mangla fleiri lyklaleikarar.
Hjá NSÍ mangla Kristian Joensen, Brandur H. Olsen og Klæmint A. Olsen vegna skaðar, meðan Petur Knudsen hevur leikbann. Michal Przybylski spældi ikki seinast vegna skaða, men verður sum skilst møguliga klárur.
Hjá KÍ mangla Sebastian John, René S. Joensen og Patrik Johannesen vegna skaðar, meðan ivamál er um Hall Hansson, Jákup Biskopstø, Erlend Hustad og Deni Pavlovic. Deni og Erlend spældu ikki seinast, Jákup fór út í hálvleikinum og Hallur hevur enn ikki verið nóg klárur at byrja inni. Fýra dagar eftir hendan dystin er avgerandi Champions League dystur í Klaksvík, so tað verður neyvan satsað við ivasomum leikarum.
Dysturin við Løkin byrjar kl. 19.00. Dómari verður Heini Z. R. Viðoy.




