Góðu tit ið varða av tunnilsfelagnum.
Er trygdin í Sandoyartunlinum í lagið?
Nú eru meira enn tvær vikur síðani, at tað bleiv heitt á tykkum um, at greiða frá hvat nú var galið í Sandoyartunnlinum. Hetta er orsaka av, at vit hava fingið júst sama trupulleika, sum var í fjør, tunnilin er mjørkakendur, vátur og skitin.
Marjun Debes reisti spurningin hevur einki svar fingið. Kringvarp Føroya, ið varpaði ljós á málið, hevur einki nýtt ført fram um trupulleikan heldur.
Vit ið varða av kommununum í Sandoyar sýslu vilja tí heita á tykkum, um at geva okkum, og øllum sum nýta Sandoyartunnilin dagligt, eitt svar uppá, hvat er tað sum ger at Sandoyartunnilin er í tí standi hann er?
Vinarliga svarið okkum uppá spurningin, og gevið okkum eisini eitt svar uppá, hvat tit ætla at gera við trupulleikan og nær væntast kann, at hann verður loystur? Tí hesin trupulleikin kann loysast, tað hava tit víst í verki.
Borgarar í oynni venda sær til okkara, við spurninginum um, hvørt tunnilin yvirhøvur er tryggur at koyra í? Tá vit onki vita um, hvaðani slavna luftin stavar frá, ella hví hann er so køsta skitin, gevur hetta orsøk til ampa og spurnaðartekin verður sett við, um hann yvirhøvur er tryggur at koyra í.
- Marjun Debes, borgarstjóri í Skopunar kommunu
- Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu
- Anna P. L. Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu
- Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu
- Jóanis Í Hoygarðinum, borgarstjóri í Skúgvoyar kommunu
