Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimsins ríkastu byggja bunkarar – hvat vita tey, sum vit ikki vita?

Klæmint Klakk

Heimurin tykist gerast meira ótryggur, og tað sæst eisini í atburðinum hjá heimsins ríkastu. Tey seinastu árini er eftirspurningurin eftir marglætisbunkarum vaksin munandi, og hvørja ferð ein altjóða kreppa stingur seg upp, kima telefonirnar hjá fyritøkunum, sum byggja undirgrundarbústaðir.

Sambært amerikanska miðlinum Business Insider upplivdu fleiri fyritøkur, sum byggja bunkarar, eina brádliga øking í eftirspurninginum eftir álopini hjá USA og Ísrael á Iran. Sama mynstrið sást undir koronufarsóttini og eftir russisku innrásina í Ukraina. DR hevur í vikuni eisini greitt frá, at áhugin fyri marglætisbunkarum er vaksandi.

Fyri nógv kann tað tykjast sum ein yvirdrivin ótti. Men hjá fleiri av heimsins ríkastu er bunkarin vorðin ein partur av eini langtíðarætlan.

Longu í 2017 segði LinkedIn stovnarin, Reid Hoffman, við The New Yorker, at tað í hansara vinarskara í Silicon Valley, var vorðið ein máliska at siga, at ein hevði keypt hús í Nýsælandi. Tað sipaði til, at ein hevði eina “dómadagstrygging” – also, eina ætlan, um tað ringasta skuldi hent.

Síðani tá er ótryggleikin í heiminum bert vaksin.

Wired hevur skrivað um stóra undirgrundaranleggið, sum verður bygt á ognini hjá Mark Zuckerberg á Hawaii. Samstundis hevur verið frammi, at PayPal stovnarin Peter Thiel hevur keypt ognir í bæði Argentina og Uruguay, sum sambært nærstandnadi keldum, skulu kunna nýtast sum eitt møguligt skjól, um heimsstøðan versnar.

Stjórin í OpenAI, Sam Altman, hevur vátta at hann hevur bygt sær nøkur “væl styrkt rúm” undir jørðini, sum hann kallar tað. Hann hevur tó víst aftur, at hetta skal hava nakað við skjótu menningina av vitlíki at gera. Sambært Altman er tað spenta støðan í heiminum, sum er orsøkin.

Deborah Lupton er sosiologur frá Universitetinum í Suður Wales. Hon sigur í samrøði við DR at hetta snýr seg um meira enn óttan fyri kjarnorkukríggi. Sambært henni er bunkarir eisini ein roynd hjá teimum ríkastu at varðveita tamarhaldið í einum heimi, sum tykist gerast alsamt meira ótryggur.

“Gjøgnum søguna hava menniskju bygt borgir og verjugarðar fyri at verja seg. Tað sama gera heimsins ríkastu nú, men nú hava tey fíggjarliga nógv størri møguleikar enn fyrr”.

Hon heldur eisini, at bunkararnir eru vorðnir eitt tekin um en vaksandi ójavna. Meðan vanlig fólk verða biðin um at hava mat, vatn og neyðsynjarvørur til nakrar dagar, hava summi ráð at byggja marglætis bunkarar við svimjihøll, bovlingbanum og øðrum hentleikum.

Í botn og grund vita vit ikki, um tey vita nakað, sum vit ikki vita. Men um ein eigur so nógvar pengar, at hann ikki veit hvat hann skal gera við teir, so kann ein marglætisbunkari kanska virka sum ein meiningsfull íløga.