Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Í óparaðum, lántum skóm undir egnum hatti til Korint

Hansa Maifríða Glerfoss

Hansa Maifríða Glerfoss bloggar

Aftaná slakar tríggjar vikur á griksku oynni Kythira, var stundin komin til at ragga mær innaftur á meginlandið.

Avgjørt var ikki frammanundan, hvørja leið eg skuldi taka. Tað vóru tríggjar møguleikar at velja ímillum.

Eg fleyg út til oynna, so til bar at flúgva innaftur á meginlandið, men eingin flogferð var tann dagin, eg skuldi flúgva.  

Síðan hevði eg lisið, at mann kundi taka eina ferju av oynni og sigla beinleiðis til Athen. Tann ferðin tekur góðar seks tímar, men eingin beinleiðis túrur var tann dagin, eg skuldi sigla.   

Triði og síðsti møguleikin er ein ferja, ið siglir stytstu leið av oynni inn til havnabýin Neapolis, ið liggur sunnalaga á griksku peleponnesisku háloynni. Hendan ferðin tekur 1 tíma og 15 minuttir.

Fór so ferryscanner.com. Nú lukkaðist. Eg fann eina fráferð av oynni til Neapolis tann 1. juli kl. 12.00 Perfekt, tí eg visti um beinleiðis bussambandið frá Neapolis til Athen.

Men nix! Nú vildi internetið ikki og síðan spældi NETS mær eitt puss. Til bar ikki at keypa nakran ferðaseðil, so hvat var nú at gera?  

Aftur ein feril av ferðafeburi við hugsanum um, at eg møguliga varð noydd at leiga privatan bát av oynni aftur.

Hesar stúranir, eins og so mangar aðrar, gjørdi eg mær púra óneyðugt, tí seinni sama kvøld vildi NETS vera rætti viðleikarin, ið mær tørvaði fyrr um dagin.

Nú var ferðin inn á fastlandið tryggjað, men hvat við restini?

Hvussu eg so royndi at klikkja meg inn á allar teigar á leitingarskipanini hjá almenna grikska bussfelagnum, so vildi tað hvørki A ella B.

Bara eitt at gera, eg setti hattin á høvdið og fór út at leita eftir eini ferðaskrivstovu.

Jú, nú riggaði. Ein fryntligur maður fekk reserverað mær eitt busspláss úr Neapolis til Isthmina, ið liggur skamt frá Korinth.

Áðrenn eg fór heimanífrá, spældi eg mær við tankan at taka stytstu leið inn á fastlandið og so við bussi mót Athen. Á leiðini kundi eg fara av í Isthmia og hagani fara til Korinth.

Hugsanin var at vitja staðin, vit kenna serliga frá Paulusar døgum, har hann í tíðarskeiðnum umleið 50 e.kr. bygdi samkomu korinthmanna. Somuleiðis kenna vit fyrra og seinna bræv Paulasar til Korintmanna úr nýggja testamenti. Hetta ger staðin sera forvitnisligan í míni hugaverð.

Eg var tó ikki farin á nakra bíbilska rannsóknarferð, men hevði tó áhuga í hesum staði, tí vit hava jú hoyrt so nógv um hann.

Endamáli við ferð míni var at ganga í fótasporunum hjá pápa, í royndini at fáa skil uppá nøkur grundleggjandi ting og tað var áhugavert og gevandi í sjálvum sær.

Sigast kann, at hesin partur av ferð míni mót Korint var í lántum skóm, einum frá Paulusi og hinum frá pápa. 

Í ondini sá eg fyri mær, har eg fór haltandi mót ferðamálinum í óparaðum, væl tilgingnum og slitnum skóm. Paulus hevði nokk vent sær í grøvini, visti hann um kvinnufótin, ið trein í hansara vinstra fótafari inn í Korint Anno 2026.  

Vit kenna frásagnirnar. Paulus ikki var nakar serligur konufólkavinir. Mótsætt Paulusi, hálovaði pápi kvinnuna, so í mínum hugaheimi var størsti spenningurin, hvørt tað varð lánti vinstri skógvur Paulusar ella tann høgri, lántur frá pápa, ið trein fyrstur innum býarportrið í Korinth.

Eg kann her avdúka, at hvørgin teirra á hesi ferð míni, trein innar um nakað býarportur, tí báðir komu samstundis við taxabili til Kortint.

Viðvíkjandi Paulusi… ALso, skilti eg lítið frammanundan, so fái eg framvegis illa skilt mun á høvdi frá hala á trupulleika hansara við okkum kvinnum.

Jújú, skilji so mikið, at korintbúgvar søgdust hava ósømuligan atburð og sambært Paulusi, var kvinnan helst rótin til allan henda ólevnaðin.

Eg kann tó ugga tykkum og bera boð í bý um, at korintbúgvar eru sera fryntligur og sømiligir í 2026 og hartil sá eg onga kvinnu ganga runt og bjóða nøkrum forbodnar fruktir!

Hondina á hjartað og hattin av høvdinum; heldur ikki eg! Eg svav sum ein eingil, púra einsamøll, í King Size songini í hotellinum í Korint.

Vit bæði, hatturin, í somu kongaligu song við óparaðu, lántu, skónum undir fótalagnum.

Ja, av trygdarávum syrgdi eg fyri at venda skógvunum rætt, so Paulus ikki skuldi koma úr sínum skógvi, í marrudreymi, at geva mær eina skorfleingju fyri at hava ”lánt” hansara vilsta, nei, eg meini, vinstra fótafar…