Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kann mangla fimm landsliðsleikarar í landskappingini

Jákup Ósá

Sum støðan er nú, so er sannlíkt, at KÍ kemur at mangla fimm landsliðsleikarar í landskappingini fyrstu umførini eftir summarsteðgin.

Jákup Biskopstø hevur trupulleikar í rygginum og hevur ikki spælt síðstu dystirnar hjá KÍ. Har tykist støðan óviss í løtuni, nær hann fær spælt aftur.

Patrik Johannesen hevur slitið hælsinuna og spælir ikki aftur í ár.

René S. Joensen hevur ikki spælt higartil í ár, men er byrjaður at venja, tó ikki í fullari ferð. Hann verður neyvan klárur at spæla tveir dystir um vikuna í august.

Odmar Færø var sera óheppin í nærdysti í Luksemborg, har Norðlýsið hevur skrivað, at hann fekk fleiri skaðar og at hann kanska ikki spælir aftur hetta kappingarárið.

Og so hevur Hallur Hansson fingið sín dóm fyri reyða kortið í Runavík. Hann hevur leikbann í tríggjar dystir.

KÍ skal møta B36, HB og AB fram til 16. august og møguleiki er fyri í løtuni, at allir hesir fimm landsliðsleikararnir ikki spæla teir dystirnar. Tó skulu Jákup og René ikki avskrivast enn.