Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagligur leiðari til Amarant í Klaksvík

 

Amarant leitar eftir einum dagligum leiðara at leiða framleiðsluna, at skapa trivnað millum starvsfólkini og tryggja, at kundarnir hvønn dag fáa góðar upplivingar.

Amarant er ein væl kend fyritøka í Norðoyggjum við bakarí og kafé. Hvønn dag framleiða og selja vit nýbakaðar vørur, køkur, mat og drekka til hundraðtals kundar.

Vit leggja stóran dent á góðsku, tænastu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Sum dagligur leiðari fært tú ábyrgdina av rakstri, starvsfólkum og menningini av Amarant. Dagligi leiðarin vísir beinleiðis til stjóran.

Arbeiðsuppgávur

  • Leiða og samskipa dagliga raksturin
  • Tryggja, at arbeiðsgongdir og mannagongdir virka væl
  • Hava ábyrgd av starvsfólkum, arbeiðsætlanum og dagligari leiðslu
  • Tryggja, at reinføri, matvørutrygd og innanhýsis mannagongdir verða fylgdar
  • Vera við til at menna nýggj hugskot, tilboð og arbeiðsgongdir

Førleikar
Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur leiðsluroyndir og dámar væl at arbeiða við fólki
  • Ert ábyrgdarfull/ur og dugir at taka avgerðir
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Ert væl skipað/ur og megnar at halda yvirlitið í einum virknum arbeiðsdegi
  • Hevur áhuga fyri mati, bakstri og góðari kundatænastu

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt týdningarmikið leiðslustarv í einari fyritøku við sterkum staðbundnum samleika og trúføstum kundum.

Tú fært stórt sjálvræði í starvinum og møguleika at mynda leiklutin sjálv/ur.

Vit leita eftir einum leiðara, sum ikki bara vil umsita raksturin, men sum eisini hevur hug og dirvi at seta sítt egna fingramerki á arbeiðsgongdir, starvsfólkamenning og framtíðar menningina av Amarant.

Starvstreytir og løn verður avtalað millum partarnar.

Umsókn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august 2026 kl 12.00. Starvsbyrjan er skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi tilfar skal sendast til jan@cig.fo.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Petersen, tlf +298 557010.