Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóannes Purkhús vart doktararitgerð í gudfrøði

folkakirkjan.fo

Í dag – tann 22. juli 2026 – hevur Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, vart doktararitgerð (Dr. theol.) í Nýggja Testamenti á gudfrøðiligu deildini við Universität Münster.
Verjan gekk væl, og vardi hon í umleið tveir tímar.

Vegleiðari hjá Jóannesi hevur verið Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster.

Heitið á ritgerðini er: Doulos in and around Paul. A Semantic Analysis of Paul’s Slavery Language in its Contexts.

Fyrsti limur í metingarnevndini var Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster.

Annar limur í metingarnevndini Lutz Doering, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster

Hartil vóru limir frá øðrum gudfrøðiligum greinum eisini í nevndini.

Stutt um ritgerðina

Í stuttum greinar doktararitgerðin, hvussu orð og myndamál, sum hava sín uppruna í trælahaldinum, verða nýtt tilvitað í brøvum Paulusar og í gudfrøðiligu próvførslu hansara.

Í ritgerðini verður víst á, at Paulus nýtir trælamálburð á ein bæði nýskapandi og fjølbroyttan hátt, ið er lagaður eftir ítøkiligu støðuni í einstøku brøvunum. Á tann hátt ger Paulus seg galdandi sum brævahøvundur.

Víst verður á, at Paulus, tá ið hann viðger og grundar yvir torgreidd gudfrøðilig viðurskifti, mangan nýtir málburð, ið hevur støði í trælahaldinum, fyri at lýsa síni sjónarmið.

Ritgerðin greinar, hví hetta er so, og hvønn leiklut trælasemantikkurin spælir í brøvunum hjá Paulusi.

Harumframt greinar ritgerðin, hvussu trælasemantikkurin hjá Paulusi líkist og samstundis er øðrvísi enn tann hjá øðrum høvundum frá griksk-rómverskari tíð, bæði kristnum og ikki-kristnum høvundum. Tískil verður próvført fyri, at Paulus kemur við einum sjálvstøðugum íkasti, tá ið talan er um trælasemantikk.

Vit ynskja Jóannesi hjartaliga til lukku við verjuni og doktaraheitinum!