Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Amarant søkir dagligan leiðara

Jóhann Lützen

Amarant í Klaksvík søkir nú eftir einum dagligum leiðara at standa á odda fyri rakstrinum og menningini av fyritøkuni. Dagligi leiðarin fær ábyrgd av framleiðslu, starvsfólkum og dagliga rakstrinum, og vísir beinleiðis til stjóran.

Sambært starvslýsingini verður dentur lagdur á leiðsluroyndir, góð samstarvs- og samskiftisevni, skipanarevni og áhuga fyri mati, bakstri og góðari kundatænastu. Leiðarin skal eisini vera við til at menna nýggj hugskot, arbeiðsgongdir og tilboð.

Amarant lýsir starvið sum ein møguleika at seta sítt egna fingramerki á framtíðar menningina av fyritøkuni, sum er kend fyri bakarí og kafé í Norðoyggjum. Umsóknarfreistin er 1. august klokkan 12.00, og starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Sí starvslýsing her.