Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gudakroppurin má “op på hesten igen”

Hansa M. Glerfoss

Einaferð varð sagt, at ein skuldi eta seg stóran og sterkan og vaksa seg til prúðan vaksnan mann (ella kvinnu) og higani stavar hugsandi oðratakið “Uden mad og drikke, duer helten ikke” og onnur við.

Seinni havi eg mangan hoyrt skemtiliga verða tikið til: ”Um tú ikki etur, sært tú, so doyrt tú, sært tú”

ella ”Spis din gris, i morgen skal du slagtes”.

Meg minnist eisini, at eg sum smágenta las á einum abbakrússi, har tað við svenskari áskrift stóð: ”En skal eta efter løsten og drikka efter tørsten”. (Leystliga siterað eftir barnaminninum)

Trúgv mær ella lat vera, men sjálv var eg ógvuliga pisulig, tá eg var smágenta.

Matarlysturin var syndarligur, so matur mátti lokkast niður í meg.

Well, det var dengang, tí síðani eg varð vaksin hevur matarlystinum einki bagt.

Tvørtur ímóti!

Aftaná allan tann framúr vala grikska matin m.a. souvlaki, kleftiko, keftethes, moussaka við tzatziki afturvið og grikskari salat við massar av fetaosti og oliven í longum banum, saman við onkrum hendinga ouzo og viðhvørt einum raki. -Ja, blundi líka saman við mær og ímyndi tykkum…-

Eg hugsi, tit skilja meg, tá eg við einum saligum smíli sigi:” mmm mums”, ha?

Ja, og hóast hesin matur er góður, so kann tann, ið kennir til sanna matgleði, uttan iva ímynda sær, hvussu himmalskt tað er at koma heimaftur til okkara framúr dygdargóðu føroysku matmentan.

Ja, forstill you!

Orðið matgleði nemir tá nýggjar himmalskar hæddir!

Hoyr meg!

Føroyska rugbreyðið og rullupylsan við súltaðu føroysku rótini, kjøtpylsan við heimliga og nýsúltaða reyðleykinum.

Tann ræsti fiskurin við gárnatálgini og spikinum afturvið og so tað himmalska paneraða ferska fiskaflaki frá líniskipinum Klakki við føroysku eplunum afturvið.

-Tað finnst ikki betur fiskur, enn hann vit fáa her heima í Føroyum!

Og reina føroyska vatnið! Okkara Aqua vita, spreingir øll mørk!

Ja, og ikki at gloyma tað vælsmakkandi skerpikjøtið úr Búadali við fyrstafloks góðskusaltinum, ið eg fekk í gávu frá Papa Griko, tá eg fór av oynni Kytira, í Grikkalandi, streiddum omaná.

Ver ikki fyri! Tað er veruliga sum, tá hin á sinni tók til: “Segði nakar flesk?”

Also, tit skilja meg, ha?

Hetta er jú Gudaføði!

Tað var annars í summar, eg skuldi taka meg saman og tað skuldi eydnast mær at fáa tann gudómmiliga kroppin, ið eg leingið havi stílað ímóti.

Men huff, tað gekk ikki heilt, sum eg ætlaði.

Og dog tú, so lættnaði tað tó, tá eg sá eina stóra standmynd av einum smílandi, væl hýrdum, Buddha.

Við sínum stóra og vælhýrda smíli, lætti Buddha mína løstaðu samvitsku, tá hann á ein tigandi fyrigevandi hátt, í síni spegilsmynd, lat meg kenna gleðina av, at eg hóast alt livdi upp til hansara metingarstøði í mun til guddómmiliga summarkroppin.

Ja, fá tað líka við tú! Harvið uppfylti Buddha á sín hátt mítt summarynski um Gudakroppin.

Lívið er gott, tá heilsan er góð og tað er hon. Takk og lov fyri tað!

Nøkur kilo upp ella niður, tað er til at liva við.

Eitt at gera:

Tjub tjub – Gudakroppurin – må op på hesten igen!