Vit hava fingið orðið á Árna Frederiksberg, ið fór út av vøllinum í 30. minutti í dystinum í móti FK Kaunas.
Árni Frederiksberg sigur við Norðlýsið, at hann merkti “upptrekk til eina fibur”, sum hann málbær seg.
Árni sigur flennandi at hann er blivin gamal.
Eg valdi at binda um heilan fingur og fara av vøllinum. Eg vænti at verða klárur til retur-dystin móti Kaunas, sigur Árni Frederiksberg við Norðlýsið.
