Posthúsið er vekk, TAKS er vekk, Gjaldstovan er vekk, Telefonstøðin er vekk, SEV er vekk, Veðurstova Føroya veksur bara í Havn, og Kl. Sjúkrahús berjist fyri lívinum – so verður SJÓNÁM lagt undir ein annan skúla í Havn, er deyðin í durunum!!
Tá Veðurstova Føroya fyri fáum árum síðan varð sett á stovn, og málsøkið flutt heim til Føroya, umsat Fólkaflokkurin málsøkið.
Tá hevði flokkurin, sum í dag er leiðandi í samgonguni, ið nú situr, høvi til at leggja henda nýggja landsstovn í Klaksvík, sum hevði verið ógvuliga hóskandi og natúrligt, havandi í huga vinnuna her og eyðkenni Klaksvíkar sum heild.
Men tíverri valdið táverandi landsstýrismaður at leggja stovnin við leiðslu í Havn og við deild í Klaksvík.
Tá stovnurin byrjaði, vóru tvey starvsfólk í Havn og tvey í Klaksvík. Men úrslitið av, at ein deild í Klaksvík hevur leiðslu í Havn, síggja vit eisini í sambandi við Veðurstovu Føroya, tí meðan deildin í Klaksvík framvegis bert hevur tvey starvsfólk, er starvsfólkatalið á deildini í Havn fleirfaldað!
Sjónám verður hóttúr høvuðsstaðnum
Í dag eru bert tríggir landstovnar eftir í Klaksvík, sum ikki eru blivnir tvingaðir til at gerast ein undirdeild hjá øðrum landsstovni í Havn.
Hesir tríggir stovnar eru:
- RÓTIN (fyrr: Húsarhaldsskúli Føroya),
- TSK (fyrr: Tekniski Skúlin í Klaksvík) og
- SJÓNÁM (fyrr: Klaksvíkar Sjómansskúli).
Nú er líkt til, at avtøkutørnið er komið til SJÓNÁM, har leiðslan kennir seg ótrygga við tey signal, hon fær sunnan av landi um framtíðina hjá hesum sjómansskúla, ið byrjaði sítt virksemi í Klaksvík í 1947.
Ymisk viðurskifti elva til stúran fyri framtíð SJÓNÁMS, sum skjótt í 80 ár hevur verið og framvegis í dag er ein væl virkandi og sjálvstøðuga virkandi skúli í Klaksvík.
Kreftir í høvuðsstaðnum eru úti eftir at broyta bygnaðin, soleiðis at SJÓNÁM verður lagdur undir Vinnuháskúlan sum ein deild.
Her í Norðoyggjum hava vit sera ringar royndir av slíkum bygnaði, sum hevur niðurlagað og gjørt enda á mongum landsstovnum og -deildum, ið áður vóru her í økinum.
Sum dømi um niðurlagaðar stovnar (deildir) í Klaksvík kunnu nevnast TAKS, Gjaldstovan, SEV, peningastovnar við høvuðsdeild aðrastaðni enn í Klaksvík, Føroya Tele o.s.fr., umframt at Kl. sjúkrahús dagliga má stríðast fyri sínum tilverurætti – alt stovnar og fyritøkur við slíkum bygnaði, har sentrala leiðslan altíð endar við at sentralisera virksemið og harvið at niðurlaga virksemið í Klaksvík.
Upprunaliga varð SJÓNÁM, sum tá bar navnið Kl. Sjómansskúli, ein sjálvstøðugur stovnur í Klaksvík við stjóra og nevnd. Umleið í 2010 varð skúlin bygnaðarliga lagdur undir TSK í Klaksvík. Dagliga leiðslan av SJÓNÁMI er tó í veruleikanum rættiliga sjálvstøðugt virkandi, har leiðarin fyri SJÓNÁM leiðir virksemið.
Tað má tí ikki henda, at politiska skipanin loyvir hesi broyting av SJÓNÁMI.
Kreftir í høvuðsstaðnum tosa um at flyta skiparaútbúgvingina, sum er útbúgvingarliga flaggskipið hjá SJÓNÁMI, til Vinnuháskúlan. Hetta er eitt álvarsamt álop á SJÓNÁM sum stovn, tí virksemi skúlans er í stóran mun bygt kring hesa útbúgving, og prógvahandanin til skiparar eru ein avgerandi partur av marknaðarføring skúlans.
Tað má tí ikki henda, at politiska skipanin loyvir einum slíkum lemjandi álopi á SJÓNÁM.
Trygdarskeiðið fyri føroyskar sjómenn, sum upprunaliga er byrjað og ment sum partur av Kl. Sjómansskúla (nú SJÓNÁM), er støðugt fyri kappingarálopum frá Brandskúlanum við Áir, fíggjað av almennum peningi. Henda dupultfunktión órógvar eisini henda lítla, men siðvanda og vælvirkandi sjómansskúla í Klaksvík, ið støðugt mennir seg innan tey øki, hann virkar.
Samanumtikið:
• SJÓNÁM stúrir fyri at missa týðandi funktiónir, sum avleiðing av sparingum og sonevndum “rationaliseringum”
• SJÓNÁM roynir at menna seg á lyklaøkjum
• SJÓNÁM hevur tørv á, at landspolitikarar «verja borg»
Lyfti vórðu givin, tá landið yvirtók Kl. sjómansskúla
Tá ið Kl. Sjómansskúli (SJÓNÁM) varð latin yvir til landið og gjørdist landsstovnur, var ein treyt fyri hesum, at hann ongantíð varð fluttur úr Klaksvík.
Hetta vísa skjøl, sum fyrrv. leiðari á Kl. Sjómansskúla handaði borgarstjóranum í Klaksvík til tess at tryggja, at henda staðsetingartreyt ongantíð verður gloymd!
Gerðabók fyri Kl. Sjómansskúla vísir m.a. hesa tilgongd:
Nevndarfundur 24-07-1973:
«Formaðurin beyð vælkomin og greiddi frá orienterandi samráðing, ið hevði verið millum hann og næstformannin øðrumegin og landsstýrismannin Ásbjørn Joensen hinumegin. Greitt varð frá, at útlit tóktust vera fyri, at hitt almenna vildi yvirtaka og tryggja rakstur skúlans í framtíðini … samtykt varð at senda landsstýrinum eitt yvirlit yvir skúlans virki í farnum árum, ið endaði við soljóðandi uppskoti:
«Út frá omanfyrinevndu sannroyndum og metingum loyvir nevndin fyri Klaksvíkar Sjómansskúla sær at heita á landsstýrið um at skipa so fyri, at hesum skúla verður tryggjað góð arbeiðslíkindi á hesum plássi undir ábyrgd hins almenna»
Samtykt varð at gera soljóðandi uppískoyti til grein 9:
«Um nevndin við minst 5 atkvøðum samtykkir tað, kann skúlin og ognir hansara tó avhendast til almenna ogn til framhaldandi virki her á staðnum»»
Nevndarfundur 09-05-1974:
«… Til staðar vóru: Ásbjørn Joensen, landsstýrismaður … Ásbjørn Joensen takkaði og segði frá, at Løgtingið nú hevði viðtikið at reka hendan skúlan sum ein almennan stovn …
Nevndarfundur 04-02-1975:
«… Til viðgerðar var: Uppskot til «Semju um, at landið yvitekur Klaksvíkar Sjómansskúla»
Uppskotið er soljóðandi:
«Í skrivi dagf. 24. juli 1973 heitti nevnd skúlans á landsstýrið um at skipa so fyri, at skúlin verður rikin undir ábyrgd hins almenna. Við løgtingslóg nr. 40 frá 26/4-74 hevur landsstýrið fingið heimild at yvirtaka skúlan og reka hann fyri landskassans rokning. Partarnir eru samdir um, at yvirtøkan fer fram 1. feb. 1975 … nevndin skrivar landskassanum skeyti upp á skúlabygningin …»
… Okkara treytir fyri yvirtøku eru ikki tiknar við í semju-uppskotinum. Roynt hevur verið pr. tlf. at fingið fatur í landssstýrinum, men hevur tað ikki eydnast. Verður semju-uppskotið broytt samsvarandi okkara brævi av 24/7-73 … «at heita á landsstýrið um at skipa so fyri, at hesum skúla verður tryggjað góð arbeiðslíkindi á hesum plássi undir ábyrgd hins almenna», so góðtekur nevndin semjuna.»
Tann 25-02-1975 verður endaliga semjuskjalið millum landsstýrið og nevndina fyri Kl. Sjómansskúla undirskrivað av Atla P. Dam, løgmanni, og allari nevndini fyri sjálvsognarstovnin – eisini av stovnaranum Fisher Heinesen – og av hesum skjali framgongur, at nú hevur landsstýrið gingið treytini fyri semjuni frá Kl. Sjómansskúla á møti, tí nú er tað felt inn í skjalið sum fyrsti setningur, «at skúlanum framyvir verður tryggjað góð arbeiðslíkindi á hesum plássi».
Her sostatt talan um eitt politiskt og moralskt bindandi lyfti, sum Føroya Landsstýri og Føroya Løgmaður, Atli P. Dam, hevur givið Kl. Sjómansskúla, at skúlanum verður tryggjað, at hann varðveitir sín heimstað í Klaksvík í góðum arbeiðslíkindum.
Hin 18. des. 2009 var fyrrv. leiðarin á Kl. Sjómansskúla, á gátt hjá borgarstjóranum í Kl. kommunu, at handa kommununi gerðabøkur stovnsins saman við undirskrivaðu semjuni frá 25. febr. 1975 millum Føroya Landsstýri og Kl. Sjómansskúla, sum hjá landsstýrinum er arkiverað undir j.nr. 2110-14-22.
Hetta gjørdi hann vegna stovnin fyri at tryggja, at lyfti landsstýrisins, at varðveita skúlan í Klaksvík, ikki verður gloymt.
Sostatt liggur ein serlig ábyrgd á teimum fólkavaldu at tryggja, at hetta lyfti ikki verður brotið, men hildið, so at Kl. Sjómansskúli – sum í dag ber navnið SJÓNÁM – á ongan hátt verður skerdur, men varðveittur í fiskivinnuhøvuðsstaði Føroya, Klaksvík, og at hann her framhaldandi fær umstøður ogmøguleikar at mennast innan sítt øki, har hann í fleiri førum hevur slóðað fyri og gingið undan at ment útbúgvingar, trygdarskeið o.s.fr.
Serliga Fólkaflokkurin, men eisini Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum í dag manna landsins leiðslu, hava allir ein týðandi part av sínum jørðildi í Norðoyggjum.
Tí verður tað rættiliga óskiljandi, um hesir tríggir flokkar verða teir, sum taka sjálvstøðugu tilveru og livibreyðið frá nevnda landsstovni í Klaksvík, tí gera teir tað, so bróta teir lyftið, sum javnaðarløgmaðurin Atli P. Dam vegna Føroya landsstýri gav slóðbrótaranum Fisher Heinesen og øllum norðoyingum.
Livst, so spyrst.



