Orsøkin er eitt lágtrýst, sum liggur norðan fyri okkum, og tað beinir luft norðan úr Svalbard ímóti okkum. Har norðuri er nokkso kalt, men luftin ornar tíbetur eitt sindur á vegnum hendavegin.
Hetta slagið av veðri fer at vera fram til mánadagin. So kemur broyting í. Lati tað liggja til næstu forsøgning, sum verður sunnukvøldið.
Men aftir veðrið um vikuskiftið. Hann er útnyrðingur í dag, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m /s, men onkra løtu i støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Loftið samdrigið, og okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 11 stig.
Ikki nógvar broytingar at síggja í veðurkortunum um veðrið í morgin: frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.
Sunnudagurin byrjar við sama veðrinum, men út á dagin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, men samdrigið og æl í støðum allan dagin. Hitin 8 til 11 stig.
Gott vikuskifti.
