Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ spælir á Tórsvølli

Jóhann Lützen

Dysturin millum KÍ og Lech Poznan í Evropa League er fluttur til Tórshavn og verður leiktur á Tórsvølli hósdagin 13. august kl. 18.30

Norðlýsið skilir at fútin hevur tikið avgerð um at flyta dystin úr Djúpumýru til Tórsvøll av trygdaráðum. Talan er um sokallaðan “High-risk dyst”. Í Klaksvík mangar harumframt trygdarrúm og kameraskipan.

Samstundis sum KÍ spælir á Tórsvølli, spælir NSÍ í Klaksvík.